- Tíðindi, mentan og ítróttur
Teir váðafúsu menninir
Meðallivialdurin í Føroyum hækkar støðugt, og kvinnur kunnu nú vænta at gerast 84 ár og menn 80 ár. Men hví liva menn styttri enn kvinnur? Tí teir roykja meira, drekka meira, eru ofta einsamari, fara seinni til lækna og hava vandamiklari arbeiðir.
Í sendingini verður varpað ljós á tann váðafúsa liviháttin hjá serliga monnum. Í dag standast 70 prosent av øllum sjúkum í vesturheiminum av ósunnum livihátti, men broyttu føroyingar atferð, kundi heilsuverkið spart hundraðtals milliónir krónur árliga, verður millum annað sagt í sendingini.
Tosað verður við bæði serfrøðingar og menn, ið siga frá síni heilsu. Lagt til rættis: Uni Arge. Filmað og klipt: Jógvan Eli Dam.
Teir váðafúsu menninir
Meðallivialdurin í Føroyum hækkar støðugt, og kvinnur kunnu nú vænta at gerast 84 ár og menn 80 ár. Men hví liva menn styttri enn kvinnur?