- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðarinnar bakspegil

Tíðarinnar bakspegil Special: Um árið 2012
20-01-2013
Millum evnini í hesari sersending um 2012, eru hvørji nýggj orð eru komin í føroyska málið, eins og vit umrøða rák og móta
Eisini føroyska arkitekturárið verður viðgjørt. Vit vitja Boðanesheimið, Heimið á Grønanesi í Vestmanna, nýggju vegagerðina og bátahylin í Leirvík, eins og vit umrøða útbyggingina av skúlanum hjá Dugna við Áir, útbyggingina hjá Varðin Pelagic á Tvøroyri, Saltsiloverkætlanina, og Marknagilsdepilin út...
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9

Tíðarinnar bakspegil
Savnssending
Tíðarinnar bakspegil varpar ljóð á okkara nútíðarsøgu. Við brotum úr søgusavni Kringvarpsins, nýggjum samrøðum, ljóðbitum og tónleiki lýsa vit eitt ár í senn.
Rumbul er í Kristiliga Fólkaflokkinum, Miðflokkurin verður stovnaður, og kapping um nýggjar sangir um Havnina
20-03-2012
Nýggj samgonga verður skipað millum Javnaðar- og Fólkaflokkin, og Sumbiarbergholið verður skotið ígjøgnum
13-03-2012
Innbrot er í Sjóvinnubankanum á Oyrabakka, tyrlan hjá Faroe Airways Transport dettur niður eftir seyðarakstur norðuri á Skarði á Kunoynni eru millum hendingarnar, ið verða umrøddar í seinru sendingini um árið 1990
06-03-2012
Rumbul er í samgonguni millum Fólka-, Sambands- og Tjóðveldisflokkin, Kvinnuhúsið letur upp, og útvarpið hevur nýggjar sendingar sum Á Tónatingi, Fimmaran og Góðan morgun Føroyar á skránni
28-02-2012
Jarðskjálti suðuri í Vági og nýggja ferðamannaskipið Smyril fer av bakkastokki á Tórshavnar Skipasmiðju
21-02-2012
Einar 150 kvinnur fara við Smyrli á kvinnuráðstevnu í Oslo, nýggja blindahúsið er um at vera liðugt, føroysk skip fara til Namibia at royna, tikið verður saman um føroyska svartkjaftavinnu, og Jóannes Andreasen siglur til Hetlands í einari song
14-02-2012
Fjórði partur um mentanarárið 1988. Hetta er styttra sendingin, ið varð útvarpað
14-02-2012
Fjórði partur um mentanarárið 1988. Hetta er ein serlig netvarpsútgáva við longri samrøðum og fleiri innsløgum enn í vanligu útvarpssendingini
14-02-2012
Vit fáa nógvar søguligar bitar, nú Atlantic Airways fer á flog, eins og eina nýggja samrøðu við Lassa Klein, ið var landsstýrismaður í samferðslumálum, um tilgongdina til føroyska flogfelagið
02-02-2012
Hesar eru nakrar av hendingunum, ið verða umrøddar í sendingini um árið 1969
17-10-2011
Hesar eru nakrar av hendingunum, ið verða umrøddar í sendingini um árið 1968
10-10-2011