- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vágskálin

Turð Sigurðardóttir hevur savnað allar skaldsligar tekstir hjá Jóannesi Patursson og saman við Sprotanum givið teir út í bók.
Vit hitta Turið, sum sigur, at Jóannes í roynd og veru var Føroya fyrsta sálmaskald, tí hann yrkti so nógvar sálmar.
Helgi Eidesgaard og Rigmor Dam hava ristjórnað bók um tey fyrstu 100 árini hjá Javnaðarflokkinum, sum nevnist "Reyði tráðurin".
Vit spyrja Helga, um samanhangur var ímillum fólkapensjónina og NATO-málið síðst í 1950'unum, og hvør Jákup Frederik Øregaard var.
Inger Smærup Sørensen hevur síðan 2024 skrivað skaldsøgurnar "Dødsbo" og "fru s". Vit hitta Inger og frætta, hvussu hon gjørdist rithøvundur.
At enda spyrja vit Jógvan D. Hansen, lektara, og Vár Eydnudóttir, mentanarfrøðing, um málførleikarnir hjá børnum og ungum er so ringir, sum teir sigast at vera.
Tey bæði vóru í kjaki á Bókadøgunum um orðfeingisómegd, sum Føroya Mál skipaði fyri.
Uni Arge leggur til rættis.

Vágskálin
Vágskálin er sending við mentanarligum ummælum. Í flestu førum verða bøkur vigaðar á vágskálini. Ummælini verða gjørd sum samrøður í útvarpsstovuni. Á vágskálina kunnu eisini verða lagdir sjónleikir, framsýningar og framførslur. Serlig rák í tíðini verða viðhvørt vigað og viðgjørd. Uni Arge leggur til rættis.
