Vetrarbiit

Eurovision og tekniskir trupuleikar
12-05-2023
P30
Hvat betíðir tað fyri Føroyar at Reiley framførir á Eurovision?

Kvøldið áðrenn sendingina hava nógvir føroyingar uttaniva sitið nær at skerminum, tá Reiley, sum fyrsti føroyingur nakrantíð, framførdi á Eurovision semi-finaluni fyri Danmark.

Nú Eurovision finalan verur leygarkvøldið 13. maj  í Liverpool, við ongum Reiley, tosa vertirnir um farna umfarið. Eisini tosa teir við Mariannu Winter Nagata, um hvussu tað gongst hjá teimun mongu føroyingunum, sum spæla á tónlistatiltakinum ''The Great Escape'' í Brighton, hesa vikuna. Eisini er ein samrøða millum Reiley og Mariannu. Fríði Djuurhus, sum eisini er í Brighton, gjørdi eina samrøðu við Mikko Manninen frá Finland Music Export.

Sendingin er merkt av tekniskum feilum. 

Sendingin byrjar mitt í Waterloo tí dreingirnir hildu teir vóru viktigari enn tíðindini, so ein lítil partur manglar.

 

Leo Lávík og Petur Sigurð í Króki hava lagt sendingina til rættis.

Vetrarbiit

Vetrarbiit er sending við bit í, bæði tá tað kemur til innihald og tónleik. Vetrarbiit tekur upp aktuell evni og viðurskifti. Vit skifta orð, kjakast og verða klókari.
Vetrarbiit er komi at enda, og vertini hava gjørt nøkur serlig innsløg til høvið
26-05-2023
Dating, dating síður, at "ghosta" og dating millum ung í Føroyum
19-05-2023
Hvat betíðir tað fyri Føroyar at Reiley framførir á Eurovision?
12-05-2023
beeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeeep
05-05-2023
Væntandi trygging til fólk við ov høgum BMI og fordómar ímóti fiti hevur verið nógv uppi at venda. Men hvørja ávirkan hevur BMI á okkara heilsu?
14-04-2023
Í Tennessee hava tey valt at banna børnum frá dragframførslum, tí tey meta tað vera skaðiligt fyri tey. Men hvat er drag?
03-04-2023
Hví hava føroyingar so ilt í búkinum? Hvat er CCF? Og hvussu er tað at liva við tarmbrunasjúku?
24-03-2023
Kannabis verður alsamt legalisera í fleiri londum, men hvat er hugburðurin í Føroyum um hesa polariserandi plantuna?
17-03-2023
Hvat er átakið Spæl Føroyskt? Hvat merkir tað at verða tilnevnd til eina FMA? Hvat er so feitt við at uppliva eina konsert?
10-03-2023
Endometriosa, niðrandi málburður, spurnarkapping og altjóða kvinnudagur í Føroyum
03-03-2023
Kann man kappast í tónleiki?
24-02-2023
Hvussu missur mann hár? Hvat ger mann við tað?
17-02-2023