- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vísindavøka (teknmálstulkað)
Heilsufótbóltur - frá gransking til spæl. May-Britt Skoradal er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og hevur ph.d. í heilsuvísindum. Hon er varadekanur og adjunktur í heilsuvísindum á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetrinum. May-Britt granskar, hvørja ávirkan rørsla og onkuntíð eisini kostbroytingar hava á heilsuna hjá fólki. Framløgan hjá May-Britt Skoradal snýr seg um, hvussu rørslukonsept, sum byggir á gransking, kann setast í verk sum eitt átak.
Vísindavøka (teknmálstulkað)
Á hvørjum ári skipa Granskingarráðið og granskingarstovnarnir í Føroyum fyri Vísindavøku. Endamálið er at økja um áhugan fyri gransking og fyri granskingarúrslitum í samfelagnum. Tiltakið er er sprottið úr átakinum European Researchers’ Night, sum hvørt ár verður fyriskipað seinasta fríggjakvøld í september og í døgunum frammanundan. Tiltakið verður hildið í býum kring alt Europa.
Við Vísindavøkuni ynskja Granskingarráðið og stovnarnir at skapa øktan kunnleika til og áhuga fyri tí, sum fer fram innan føroyska granskingarheimin.