- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vit herja á!
Eftir uppskakandi sigurin á Eysturríki í fyrsta dystinum í altjóða fótbólti 12. september 1990 kyknar upp ein fótbóltsfepur í Føroyum, sum ber á brá av einari nýggjari fólksligari veking. Eftir einum degi hamskiftast føroyingar. Framfýsni loysir av uppgávulyndi. Nú er einki óført.
Føroyar standa í brennideplinum. Útheimurin hevur uppdagað lítla oyggjasamfelagið í útnorðri. Og nú byrjar niðurteljingin til dystin, sum øll tosa um. 10. oktober skal spælast í Ítróttaparkini móti Danmark.
Føroyingar í stórum tali leita til Keypmannahavnar, og í Danmark var áhugin fyri føroyska sensasjónsliðnum vorðin so stórur, at føroyska landsliðið var á hvørjari forsíðu í donsku bløðunum í døgunum fyri dystin.
Rættiligur gravgangur var eftir atgongumerkjum, hóast dysturin sást beinleiðis í sjónvarpinum. Føroyar vóru í fokus í Danmark - og í øllum Evropa við - sum ongantíð fyrr.
Hyggjaramet hevur uttan iva verið sett í Føroyum um kvøldið 10. oktober 1990, men tað er ikki staðfest í nakrari hyggjarakanning.
Danir høvdu ongantíð viljað spælt við sínum A-landsliði móti Føroyum, men nú brynjaðu teir seg við øllum sínum bestu spælarum til EM-dystin móti føroysku amatørunum, sum høvdu lopið hvøkk á fótbóltsheimin.
Fotografur og klippari: Jónfinn Stenberg.
Lagt til rættis: Suni Merkistein.
Vit herja á!
Í trimum pørtum verður ljós varpað á menningarsøguna í føroyskum fótbólti. Sagt verður frá bráða skiftinum frá avbyrging og kyrru í drúgt áramál til stóra lopið í 1990 upp á Stórapall úti í Evropa.
Fotografur og klippari: Jónfinn Stenberg.
Lagt til rættis: Suni Merkistein.