Always Outnumbered, Never Outgunned

Always Outnumbered, Never Outgunned
13-03-2025
- bretskur dokumentarur um føroyskan tónleik

Always Outnumbered, Never Outgunned´ er ein lættur og hugtakandi heimildarfilmur, ið fylgir trimum føroyskum tónleikarum og tónleikabólkum á ferð á showcasefestivalinum The Great Escape í Brighton. Har royna tey at gera vart við seg í altjóða tónleikavinnuni og at taka næsta stigið inn á altjóða pallin. Filmurin tekur okkum tætt at upplivingunum hjá Joe & the Shitboys, Elinborg og Aggrasoppum. Vit fáa eisini innlit í hvat onnur í tónleikavinnuni halda um tónleikavinnuna í Føroyum og føroyska tónleikapallin í 2024/2025.

Always Outnumbered, Never Outgunned

Always Outnumbered, Never Outgunned er ein lættur og hugtakandi heimildarfilmur, ið fylgir trimum føroyskum tónleikarum og tónleikabólkum á ferð á showcasefestivalinum The Great Escape í Brighton. Har royna tey at gera vart við seg í altjóða tónleikavinnuni og at taka næsta stigið inn á altjóða pallin. Filmurin tekur okkum tætt at upplivingunum hjá Joe & the Shitboys, Elinborg og Aggrasoppum. Vit fáa eisini innlit í, hvat onnur í tónleikavinnuni halda um tónleikavinnuna í Føroyum og føroyska tónleikapallin í 2024/2025.