- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lyst
Síðani á sumri 2014 hevur gamli skúlin í Tjørnuvík verið brúktur sum listafólkabústaður. Nógv listafólk – bæði føroysk og útlendsk hava nýtt høvi til at búgva í skúlanum, meðan tey hava arbeitt við síni list. Noomi Káradóttir Rasmussen vísir okkum runt í gamla skúlanum.
Í skikkjum, við málaðum andlitum og huldum røddum lata limir í bólkinum, Svartmálm, dyrnar upp til ein dapran, myrkan og ikki minst gátaføran tónleikaheim.
Og vit vitja eisini 82 ára gamla Óla P, sum framvegis fær fólk upp úr stólinum við sínum tekningum, hóast sjónin nú er farin at bila.

Lyst
Mentanarsending, ið varpar ljós á aktuella listapallin. Vit lýsa við listarlig viðurskifti og listarfólk, ið gera um seg í samfelagnum.
Sendingin verður send í sjónvarpinum hvørt fríggjakvøld eftir Dag & Viku. Finnur Koba og Hallur Thomsen gera sendingina.