- Tíðindi, mentan og ítróttur
O, móðurmál
0 seconds of 0 secondsVolume 90%
Press shift question mark to access a list of keyboard shortcuts
Keyboard Shortcuts
Shortcuts Open/Close/ or ?
Play/PauseSPACE
Increase Volume↑
Decrease Volume↓
Seek Forward→
Seek Backward←
Captions On/Offc
Fullscreen/Exit Fullscreenf
Mute/Unmutem
Decrease Caption Size-
Increase Caption Size+ or =
Seek %0-9
- Um nú nýggjar øldir líða
07-04-2016
Stóra avbjóðingin hjá føroyskum er alheimsgeringin og fremmandamálini, sum gera innrás. Fara komandi ættarlið at varðveita sín upprunamálsliga samleika í hesum meldri?
Tó at stríðið at vinna føroyskum heiðurssess í kirkju og skúla varð vunnið, skuldu stóru tøkini at menna føroyskt sum alment mál í Føroyum takast árini eftir Seinna Heimsbardaga. Hugsjónarmenn ganga undan í hesum strevi. Í Keypmannahavn ganga í 40-árunum útisetar við føgrum dreymum um at skapa eitt føroyskt vísindamál á hægri lærdómsstovni í Føroyum.
Framskygdir lærarar ásanna stóra tørvin á undirvísingartilfari á føroyskum og fara sjálvir at skriva bøkur til skúlabrúks. Málsliga væl skøddir rithøvundar styrkja føroyskt sum bókmentamál við dygdarskaldskapi í bundnum og óbundnum máli. Nýggjur loftmiðil fær brátt støðu sum málsligur mentanarberi. Søgur og sangir á føroyskum gerast alt vanligari. Í 1974 kyknar upp nýtt málstríð...

O, móðurmál
Føroysk sendirøð í trimum pørtum, ið lýsir søguna um føroyska skriftmálið frá upphavi til dagin í dag.
Málfrøðingar, søgumenn, rithøvundar og onnur greiða frá. Lagt til rættis: Suni Merkistein og Hans Petur Hansen.
Stóra avbjóðingin hjá føroyskum er alheimsgeringin og fremmandamálini, sum gera innrás. Fara komandi ættarlið at varðveita sín upprunamálsliga samleika í hesum meldri?
07-04-2016
Stóra stríðsmálið í nýggju øldini er, um føroyskt skal loysa danskt av sum kirkju- og undirvísingarmál. Smátt gongur at fáa politiska undirtøku í Føroyum fyri hesum setningi.
31-03-2016