- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spælivinir
Úr savninum: Spælivinir 4:4
14-09-2025
- Føroysk røð frá 2001
Jens Lisberg. Sendingin í kvøld hevur forvitnisligan gest, og vit skulu hoyra hann syngja gospel- og fosturlandssangir. Gesturin er Jens Lisberg, og hann hevur nógv at siga frá úr einum langum tónleikalívi. Við sínum inniligu tulkingum fer hann í Spælivinum at syngja bæði á føroyskum og enskum. Vælspælandi húsorkestrið er eisini við í kvøld. Teir eru Rógvi á Rógvu, Kim Hansen, Herluf Lutzen og Edvard Nyholm Debess. Vertur: Edvard Nyholm Debess. Lagt til rættis: Ivan Niclassen.

Spælivinir
- føroysk røð frá 2001



