- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vigdís

Vigdís gongur á miðnámi í Íslandi beint eftir kríggið og leingist eftir somu møguleikum, sum yngri beiggi hennara hevur. Hon og vinkonurnar gera av at bróta mørk fyri at gera vart við síni sjónarmið.

Vigdís
Røðin sigur frá sonnu søguni um Vigdís Finnbogadóttir, høviska perfektionistin, sum ger uppreistur ímóti norminum. Hon er ein vanlig genta, sum vil hava somu møguleikarnar sum yngri beiggi sín. Vigdís er dramarøð í fýra pørtum um hesa einastandandi kvinnu, hennara sigrar og sorgir, um vantandi sjálvsálit og um djørvu avgerðina at stilla upp til forsetavalið í 1980, tá ið javnrættindi enn vóru langt úr eygsjón. Vigdís gerst fyrsta kvinna í heiminum, sum verður vald til forseta. Ein hugvekjandi søga um vón og integritet.