
Nú fara vit at tosa um skiftisárini
Vit eru í ferð við at gera nakrar poddar um skiftisárini, og vit vilja fegin hoyra frá tær.
Ert tú ikki komin í skiftisárini enn, og er okkurt, tú ert forvitin um ella stúrir fyri?
Ert tú mitt í rokanum og undrast á, hvat hendir?
Ert tú komin yvirum og hevur góð ráð ella upplivingar, tú vilt deila?
Skriva okkum nakrar reglur, og vit kunnu taka tað upp í einum paneli av klókum kvinnum ella leggja tað fyri ein av serfrøðingunum, sum vera við.
Alt er sjálvandi dulnevnt.