- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tey stóru orðini

Hesuferð er tað hugmóðin. Hugmóðin er tann vandamiklasta og er tann, sum hevur ógvusligar avleiðingar.
Frá grisku mytologiuni hava vit fyribrigdið nemesis og hybris - gert tú hybris, so kemur nemesis.
Er hugmóðin ov stór og ert tú ov sjálvøskin og yvirmetir teg sjálvan og tíni egnu evnir, so skeiklast alt.

Tey stóru orðini
Savnssending
Theodor E.D. Olsen, prestur, og Armgarð Arge, útvarpsvertur, tosa um tey stóru orðini í okkara tilveru, eitt nú synd, deyða, kærleika, hatur, girnd, øvund og miskunnsemi.
Hvat merkja hesi orðini sum fyribrigdi og hugtøk? Nær brúka vit hesi orðini? Í hvørjum høpi? Eru tey elligomul og hóska ikki til okkara tíð? Ella eru tey tíðarleys og ódeyðilig?
Ætlanin, við sendingini "Stóru orðini", er, at varpa ljós á, hvat ymsir heimspekingar og rithøvundar hava hugsað og skrivað um hesi stóru orð.









