Summarmorgun

Ó- reinur djevulskapur á palli
11-08-2021
Carl Johan Jensen er ovfarin av, hvussu væl tað er eydnast Tvazz at fáa 786 síður av óndskapi á pall.

- Eg haldi saktans, at tú kanst síggja leikin uttan at hava lisið bókina.

Carl Johan Jensen, rithøvundur, heldur tað vera eitt bragd, at leikbólkurin Tvazz hevur fingið so nógv við úr bókini "Ó - søgur um djevulskap", nú bókin er gjørd til leikrit, sum verður framført í Norðurlandahúsinum hesa vikuna.

Leikurin byrjar við, at spurt verður út í salin, hvør hevur lisið bókina úr enda í annan. Og tað var ein greiður minniluti, sum rætti hondina upp, men tað nervar ikki Carl Johan Jensen.

Bókin "Ó - søgur um djevulskap er slakar 800 síður, og umframt søgurnar eru viðmerkingar, notur og ávísingar ein partur av eksperimentandi bókini. Tí er tað nærum eitt óðamannaverk at fara undir at gera bókina til sjónleik. Men tað eydnast merkiliga væl, heldur rithøvundurin sjálvur.

- Tað er sum at royna at gera ein leik burtur úr Færøsk Anthologi. Tað ber til, men so mást tú finna onkran tráð ígjøgnum. Og tað er akkurát tað, tey gera. Tey hava lisið søgurnar, funnið ein tráð og gera so ein leik burturúr. Eg haldi tað vera undranarvert í veruleikanum, hvussu nógv tey hava fingið við úr bókini av andanum og teimum grundleggjandi spurningunum, sum verða settir í bókini um óndskap, sigur Carl Johan Jensen.

Bókin snýr seg um óndskap, og tað, sum Tvazz framførir, er reinur djevulskapur á palli.

Hoyr samrøðuna við Carl Johan Jensen um leikin, bókina og óndskap.

Summarmorgun

Summarmorgun bjóðar samrøður og frásagnir við aktuellar gestir kring landið. Summarmorgun kann hoyrast gerandismorgnar frá 7:35 til 9:00.
Petur Mohr Reinert Jens Marni Hansen, Kim Durhuus, Oddmar Dam, Diana á Horn, Agnar Poulsen, Uni Arge, Jon Hestoy, Sølvi Reinert Hansen, Andrias Klein Gregoriussen
26-07-2024
Bátar aðra staðni í landinum koma tíðliga til Havnar fyri at fáa bestu bátaplássini í Vágsbotni á ólavsøku. Summarmorgun var við tá bátarnirr fingu pláss við Bryggjubakka
26-07-2024
Menn hava altíð verið grindaformenn, men nú hava vit eisini fingið grindaforkvinnu. Tina Kajsdóttir í Miðvági er grindaforkvinna og hon hevur longu roynt seg á sandinum
25-07-2024
Tina Kajsdóttir, grindaforkvinna, Leivur Hansen og Jógvan Arge um kappróður á ólavsøku, Jens Marius Poulsen og Viggo Christiansen um Westward Ho. Andrias Klein Gregoriussen
25-07-2024
Hesi seinastu tvey sumrini hevur ungi sandingurin Marcus Klementsen roytt seyð við maskinu. Hann ferðast kring alt landið og vit hitta hann á Kirkjubøgarði
25-07-2024
Hildigarð Djurhuus Hansen á Strondum ansar í løtuni 10 hundum, 16 rossum, einari kettu og einum fýrbeini. Og hon hevur eisini ansað seyði
24-07-2024
Marcus Klementsen klippir seyði, Hans Kristoffur Mortensen, Jóannes Patursson. Brandur Øssursson, Zacharias Sørensen um "Til Havnar. Hildigarð Djurhuus Hansen um djóraansing
24-07-2024
Eilif Brimheim um virksemið í Mariukirkju. Árni Dahl um forlagið Fannir. Kristian Stórhamar um boring í Grønlandi. Andrias Klein Gregoriussen um veðrið
23-07-2024
Andrias Klein Gregoriussen, veðurmaður. Diana Hansen, Andrea Joensen og Rannvá Káradóttir um dans. Esther Margreth Petersen pride. Og Petur Steingrund um tosk á Føroya Banka
22-07-2024
Andreas Klein Gregoriussen, Torleivur Mikkelsen, Jákup í Gerðinum, Thurid Debess og Sámal Bláhamar, Dávur Birgisson, Lív Bruun Müller og Kjartan Joensen
19-07-2024
Tummas Lervig um Champions League, Andrias Klein Gregoriussen veðurmaður. Símun Grúkaskarð um lundaveiðu, Hjalti Mohr Jacobsen um EM fyri U20. Og Uni L. Hansen um G-Festivalin
19-07-2024
.Andrias Klein Gregoriussen, veðurmaður, Elin Maria Olsen um dansistevnu í Arendal. Amalia í Frammistovu um Kalalon á Kirkju. Og Elias Zachariassen um Urðina Miklu í Fugloy
18-07-2024