Mentanarvirðislønir landsins 2026

Kringvarp Føroya sendir beinleiðis úr Messuni í Sørvági í kvøld kl. 20, tá mentanarvirðislønir landsins verða handaðar

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaðurin í mentamálum, hevur júst handa Sigrun Gunnarsdóttir, listakvinnu, Sømdargávu landsins

"Kári Bæk hevur í meira enn hálva øld verið ein týðandi partur av føroyskum tónleikalívi," segði Bárður á Lakjuni, tá hann handaði Kára Bæk Heiðursgávu landsins

"Eli Tausen á Lava megnar at byggja brýr millum millum klassiska tónleikahevd og elektroniska samtíð," segði Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum

Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, hevur júst handað leiklistakvinnuni Gunnvá Zachariasen størstu mentanarvirðisløn her á landi, Mentanarvirðisløn landsins