Tilvera

Tilvera: Um tær sjey deyðssyndirnar
26-04-2021
Tær sjey deyðssyndirnar.

Gregor hin Stóri, pávi, raðfesti tær sjey deyðssyndirnar hugmóð, gírni, siðloysi, øvund, oyðsl, vreiði og leti. Útvarpið fer í nøkrum sendingum at viðgera og greina hvørja synd sær, tí hugtakið synd er broytt almikið hesi 600 árini. Synd merkir at fara av kós. Í katólskari tíð høvdu tey skriftarstólin, har fólk játtaði sína synd og fekk fyrigeving. Men skriftarstólurin fylgdi ikki við, tá lutherska trúgvin tók yvir við trúbótini. Tað harmast sálarlæknar um í dag. Teir vilja vera við, at nógvar sjúkrasøgur høvdu verið øðrvísi, um fólk kundu lætt av hjartanum, sum gjørt varð fyri fleiri hundrað árum síðani. Men er syndin horvin í dag? Ja, hon er, og hon hevur tikið moral og etik við sær. Eina synd hava vit kortini eftir. Tað er oyðsl. Vit mugu fara varliga um tilfeingið, ikki dálka umhvørvið, eta grønt og ikki vera feit. Tann størsta syndin er at eta seg um rygg og bara lata standa til.

Tilvera

Savnssending Hvørt menniskja sær er einstakt og hvør einasta tilvera er einstøk. Í sendingini Tilveru siga ymiskir gestir frá síni søgu. Hvussu hava vit tað, hvat hugsa vit um og hvat havast vit at? Tey viðurskifti, sum øll menniskju hava til felags, og sum gera lívið so fjøltáttað.
Hetta er endin, men fyri meg byrjanin til lívið
26-04-2021
Páskasending
26-04-2021
Fimta barnasjúkan.
26-04-2021
Lívið hevur sigrað.
26-04-2021
Hvat er apopleksi ?
26-04-2021
Hvar er barndómurin farin ?
26-04-2021
Gentøknifrøðin. 1(2)
26-04-2021
Gentøknifrøðin. 2(2)
26-04-2021
Telduspøl.
26-04-2021
Siðamisbrot.
26-04-2021
"Eg eri kristin" !
26-04-2021