Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Líðini í Kollafirði
24-02-2020
Býlingurin í Líðini er langur og er ein av fleiri býlingum í Kollafirði, ið er longsta bygd í landinum. Í sendingini greiða bæði eldri og yngri frá

89 ára gamli Arngrím Petersen sigur frá sínum fyrsta túri til skips. Túrurin til Íslands við sluppini Fagranes var sera ringur og teir høvdu heilar tríggjar vikur úr Føroyum til Vestmannaoyggjar. Fyrstu túrarnar royndu teir við snøri og tað var sjálvdráttur. Hetta var ein órættvís skipan, heldur Arngrím.

 

Nú eru fleiri ár síðani borað varð niður á heita vatnið i Líðini. Og hóast myndugleikarnir søgdu, at heita vatnið eigur at verða brúkt og at tað kann hita eini 200 sethús, so er einki hent síðani, sigur Esmar Petersen, ið hevur bygt beint við holið. Enn eru tað bara hann og tveir grannar, sum gagnnýta heita vatnið. Alt hitt rennur burtur, og tað heldur Esmar er stórt spell.

 

20 ára gamla Silja Hammer Matras hevur stóran útferðarlongsul. Hon hevur fjakkað einsamøll í Evropa og um eitt ár ætlar hon sær at fjakka í Asia og Avstralia. Hon arbeiðir á Kollafjord Pelagic, men arbeiðið er óstøðugt og tí leitar hon sær eftir støðugari arbeiði fyri at savna pengar til ferðina.

 

88 ára gamla Jóna Johannesen er blind, men hon keðir seg ikki. Hon lurtar eftir Útvarpinum allan dagin. Jóna sigur, at tað vóru ringar tíðir tá hon vaks upp, men tey fóru kortini ongantíð svong til hvíldar um kvøldið.

 

Bjarni Petersen byggir í hesum døgum nýtt neyst ístaðin fyritað gamla, ið hann fyri kortum hevur keypt. Men hann heldur tað vera løgið, at tað gongur so torført at sleppa at byggja neyst í longstu bygd í Føroyum. Tórshavnar Kommuna vísir ikki vælvild móti kollfirðingurm, sigur Bjarni.  

 

Síðani Terji Davidsen gavst við egnari tannlæknastovu í Líðini, hevur hann verið heilar 20 ferðir í Grønlandi og starvast sum avloysari. Hann sigur, at Grønland hevur eina serliga spennandi og stórbara náttúru og honum dámar væl fólkið. Konan Elsa Davidsen hevur fleiri ferðir verið í Grønlandi og vitjað Terja. Elsa greiðir frá stóru broytingunum í ferðingarmynstrinum í sínari tíð.

 

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023
Hetta er fyrra sending við 91 ára gomlu Henny Egholm í Havn, sum fekk eina øðrvísi byrjan í lívinum enn tey flestu.
19-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
13-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
05-06-2023
Trongisvágsbotnur er ein sonn perla, sum nógv hoyrdu um fyrstu ferð tá stórt ruddingartiltak var har í september 2017. Saman við Peturi Karl av Rana, bónda, ganga vit í Botn
22-05-2023
Býlingurin úti í Grønlandi í vesturbýnum í Havn fekk hetta navnið, tí havnarfólk hildu at hann var so langt burtur. Einaferð var Grønlandsvegurin longsta postrutan í Havn
15-05-2023
Krígssavnið lýsir ein serligan kapittul, sum broytti nógv føroyska samfelagið. Umfatandi arbeiði fer fram í grøna SOR-bygninginum, samstundis sum framsýningin er opin
08-05-2023
Laksalúsin er lítil í vavi, men hon fyllir nógv í alivinnuni, og tað ger hon eisini hjá granskarunum á Fiskaaling við Áir. Har finna tey nýggjar loysnir í alivinnuni
01-05-2023
Orkestrið Ælabogin er nú 25 ár. Orkestrið fyri menningartarnað hevur framvegis stóran týdning nú spæla 38 fólk við í orkestrinum. Tey halda merkisdagin við uttanlandsferð
17-04-2023