Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Sandagerði í Havn
15-06-2020
Býlingurin í Sandagerði er ein perla í høvuðsstaðnum. Stóri sandurin skapar trivna og sermerkti prestagarðurin er ímyndin av hesum serliga býlingi

Klokkan hálvgum sjey hvønn gerandismorgun svimja kvinnur í Sandagerði. Og nógv tilgongd hevur verið í seinastuni, sigur Elin Lindenskov, sum er ein av teimum sum hevur svomið longst. M.a. fingu fleiri sjúkrarøktarfrøðingar á koronadeildini á Landssjúkrahúsinum, sum hava sæð hinar svimja niðri í Sandagerði hvønn morgun, brell at svimja saman við teimum. -Hetta er ein sera góð byrjan uppá dagin, siga Barbara Eystberg Sørensen og Jútta Reynslág, sum eru nýggjar her.

 
Sverri Steinhólm, sjúkrahúsprestur, og konan Armgarð trívast sera væl í gamla og søguliga prestagarðinum í Sandagerði. Hann er serliga kendur fyri at Jákup Dahl, próstur, búði her í mong ár. Her hevur hann m.a. týtt stóran part av Bíbliuni og yrkt og týtt eitt ótal av sálmun og øðrum tilfari, sum er grundarlagið undir føroysku Fólkakirkjuni.
Nýggjasti parturin av prestagarðinum er frá 1789 og tann elsti, sum er vestureftir, verður fyrstu ferð umtalaður í 1650 og er helst eldri enn tað.
 
Armgarð Steinhólm sigur, at tað er fantastiskt at búgva í Sandagerði. Tey búgva mitt í býnum og kortini tætt at náttúruni. Hon sigur, at í húsinum eru meira enn 20 rúm og øll rúmini hava fleiri hurðar og tað ber til at ganga rúm úr rúmi.
 
Sanna Andrassardóttir Dahl býr í húsunum, sum omman og abbin, Sanna Dahl Niclasen og Bjarni Dahl Niclasen, áttu í Sandagerði. Hon hevur varðveitt køkin og nógv annað frá seinast í fimtiárunum, tí tað er flott og væl gjørt við hond. Hon hevur kortini sett sín egna dám á rúmini. Í dag hjálpir Gunnhild Dahl Niclasen, sum býr í Haraldssundi, systrinini at mála. Gunnhild er komin til Havnar á fund. Systrarnar minnast nógvar góðar løtur í Sandagerði.  Annars hevur Sanna júst fingið starvsløn í ein mánað at týða eina íslendska familjubók um Vigdís Finnbogadóttir.
 
Hervør og Jens Mohr eru bæði havnarfólk. Tey keyptu grundstykki í Sandagerði í 1967 og tá var tað langt uttanfyri býin. Tey minnast nógva og fjølbroytta lívið í Vágsbotni, har mjólkarbátarnir løgdu at og har børnini plagdu at renna undan brimi. Hervør er uppvaksin í Vágsbotni, har pápin Jóan Jakku skómakarin hevði skósølu. Og síðani Jens var tvey ára gamal, hevur hann verið á Skipasmiðjuni. Tá var pápin, Kjartan Mohr, stjóri har.
 
Í Dr. Dahlsgøtu nummar 13 búgva Lisbeth Gotved Petersen og Magnus Petersen. Lisbeth sigur, at tað var ein góður uppvøkstur í Sandagerði. Tey spældu í bønum og í ánni. Tá var nærum eingin sandur. Stóri sandurin er pumpaður aftur higar eftir at Lisbeth var vaksin. Magnus sigur, at tað er sum at búgva á bygd í býnum. Hann hevur fingið mangt sjósílið í Sandagerði. Døturnar Silja Gotved Nielsen og Anna Margit Gotved Petersen halda, at tað er áhugavert at tær eru vaksnar upp í sama umhvørvi sum mamman.
 
Magnus er við tá hanarnir hjá Sverra presti verða fangaðir, tí teir skulu drepast. Magnus vil tryggja sær at hanin, sum vekir hann klokkan hálvgum fimm hvønn morgun, eisini leygar- og sunnumorgun, missir høvdið.
 
Katrin Kallsberg og børnini Sólja og Brandur búgva í stórum húsum í Sandagerði og tey hava ein urtagarð, sum er 2.400 fermetrar við alskyns vøkstri. Katrin sigur, at tá hon hugsar um Paula Dahl, yvirlækna, sum búði júst í hesum húsunum, hevur hon nógv at liva upp til, hóast hon eisini er yvirlækni.
 
-Nógv søga býr her í umhvørvinum og tað er lætt at liva seg inn í yrkingarnar hjá Regini Dahl um lívið í Sandagerði, sigur Katrin. Hon visti ikki hvussu gott keypið var, tá maðurin hevði avgjørt at keypa húsini og hon skrivaði undir meðan hon var í Noregi. Katrin hevur tilkallivakt á Landssjúkrahúsinum. Hon sær niðan á føðistovuna og um veturin sær hon, tá ljós er á føðistovuni.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023
Hetta er fyrra sending við 91 ára gomlu Henny Egholm í Havn, sum fekk eina øðrvísi byrjan í lívinum enn tey flestu.
19-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
13-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
05-06-2023
Trongisvágsbotnur er ein sonn perla, sum nógv hoyrdu um fyrstu ferð tá stórt ruddingartiltak var har í september 2017. Saman við Peturi Karl av Rana, bónda, ganga vit í Botn
22-05-2023
Býlingurin úti í Grønlandi í vesturbýnum í Havn fekk hetta navnið, tí havnarfólk hildu at hann var so langt burtur. Einaferð var Grønlandsvegurin longsta postrutan í Havn
15-05-2023
Krígssavnið lýsir ein serligan kapittul, sum broytti nógv føroyska samfelagið. Umfatandi arbeiði fer fram í grøna SOR-bygninginum, samstundis sum framsýningin er opin
08-05-2023
Laksalúsin er lítil í vavi, men hon fyllir nógv í alivinnuni, og tað ger hon eisini hjá granskarunum á Fiskaaling við Áir. Har finna tey nýggjar loysnir í alivinnuni
01-05-2023
Orkestrið Ælabogin er nú 25 ár. Orkestrið fyri menningartarnað hevur framvegis stóran týdning nú spæla 38 fólk við í orkestrinum. Tey halda merkisdagin við uttanlandsferð
17-04-2023