Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Norðtoftum
22-06-2020
Norðtoftir er ein lítil og ókend bygd í Borðoynni. Hon er hon áhugaverd at vitja, hóast fólk bara búgva í einum húsum og stór smoltstøð er her
Kári Johannesen er uppvaksin á Norðtoftum og býr her framvegis. Hann sigur, at tá hann var smádrongur vóru tey trý børn, sum nærum vóru javngomul. Tey komu ikki saman við øðrum børnum fyrr enn tey fóru í skúla í Norðdepli. Kári sigur, at vistnaður seiður og turrur seiður var umráðandi fyri húsarhaldið á Norðtoftum. Og tunnlarnir norður um fjall, sum komu í sekstiárunum, broyttu nógv. Tá fingu tey samband við umheimin, men samstundis hvarv felagslívið sum hevði verið.
 
Umframt Kára, verður á hesum túrinum eisini tosað við Jovinu Johannesen, Elmar Krosstein, Albert Johannesen, Birgit Johannesen, Sofus Frederiksen og Sonna Frederiksen.
 
Kona Kára, Jovina Johannesen, arbeiðir á smoltstøðini á Norðtoftum og tað hevur hon gjørt í meira enn 30 ár. Hon sigur, at tað er spennandi at fylgja við fiskinum frá tí hann kemur úr egginum. Jovina sigur, at hon hevur ofta verið einsamøll í bygdini, tá maður og børn hava verið burtustødd. Men tað ger henni ikki mun, hóast nógvar huldusøgur eru á Norðtoftum.
 
Klaksvíkingurin Elmar Krosstein hevur einasta festið á Norðtoftum. Tað er eitt lítið festi við 24 áseyðum, umframt at hann hevur níggju í ogn. Elmar sigur, at tann ið gongur á fjall á Norðtoftum, skal ikki hava hæddarræðslu, tí her er bratt. Norðtoftir varð fyrstu ferð nevnd á skrift í 1600-talinum. Hann heldur, at navnið hevur samband við, at bygdin var avtofta tá svartideyði var umleið 1350. Upprunaliga varð bygdin bara rópt Toftir.
 
Í 1880 vóru flest fólk á Norðtoftum. Tá búðu 28 fólk í bygdini. Í 1800 vóru 19 fólk í trimum húskjum og í 1900 vóru 26 fólk í seks húskjum. Nú er er sum sagt eitt húski við trimum fólkum.
 
Í hesum døgum verður stórarbeiði gjørt á Norðtoftum, tí smoltstøðin hjá Bakkafrost verður nógv útbygd. Norðtoftamaðurin Albert Johannesen, sum er varaleiðari á smoltstøðini, sigur, at rúmmetrarnir á støðini økjast úr 5.300 upp í 17.500 rúmmetrar. Endamálið er at veksa um framleiðsluna og at hava smoltið longri á landi og harvið minka um vágan fyri sjúku.
 
Birgit Johannesen er seinasta barn, ið er uppvaksið á Norðtoftum. Hon hevur lisið búskap í Týsklandi og býr nú í Havn. Birgit sigur, at hon hevði ein spennandi og hendingaríkan uppvøkstur á Norðtoftum, hóast hon bara hevði ein beiggja at spæla við. Hon heldur tað vera keðiligt, at fólk ikki vita hvar Norðtoftir er.
 
85 ára gamli Sonne Frederiksen, sum hevur verið nógv á Norðtoftum, eigur nú bóndahúsini hjá Sofusi pápabeiggjanum og hann leggur stóran dent á at varðveita tað gamla í húsinum. Sonne greiðir frá pápabeiggjanum, sum varð mettur at vera ein orginalur. Um heystið varð seyðurin altíð flettur í køkinum hjá Sofusi. Tað var ein serligur hugni og higar komu nógv fólk tá flett varð, sigur Sonne.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Í dag er túrurin í býlinginum á Sevmýri, har nógvar søguligar uppgerðir hava verið í fótbólti, men her henda stórar broytingar júst nú. Og vit hitta fleiri fólk, ið búgva her
15-04-2024
Høvuðspersónurin á túrinum í dag er 91 ára gamli gjáarmaðurin Petur Jacob Sigvardsen, sum hevur givið fleiri og 20 bøkur út eftir at hann bleiv pensiónistur
25-03-2024
Tey hava sungið nærum kring alt landið, og tað er hugtakandi at hoyra og síggja kórið Sangfuglar við minnisveikum fólkum framføra kórsang. Kórið hevur verið til í seks ár
18-03-2024
Í ár varð serliga nógv gjørt burtur úr í sambandi við kvinnudagin 8. mars. Tiltøk vóru alla vikuna og vit hoyra um nøkur á hesum túrinum.
11-03-2024
Fyrstu sethúsini í býlinginum á Breiðabliki í Havn vórðu reist fyri góðum 20 árum síðani. Og í dag vita tey, sum har búgva, at siga frá nógvum søgum
04-03-2024
Fyri 18. ferð hava torradagar verið í Klaksvík. Eitt tiltak, sum samlar nógv fólk í sambandi við fiskivinnu og mentan. Á hesum túri vitja vit fleiri av tiltøkunum
26-02-2024
Gamla Hospital í Havn, sum varð tikið í brúk í 1829, kemur nú til heiður og æru aftur. Í 43 ár hava Vanja Petersen og onnur arbeitt við at fáa tað til eitt savn ov fortíðina
19-02-2024
Næstseinasta vikuskifti var ein hópur av tannáringum á Mini Teen Street á Kambsdali. Í sendingini hitta vit fleiri, sum eisini plaga at vera á altjóða leguni í Týsklandi
12-02-2024
400 ára gamli studentagarðurin í Keypmannahavn, Regensen, er framvegis siðbundin studentagarður og har búgva í dag fimm føroyingar. Teir gomlu siðirnir eru framvegis á Garði
05-02-2024
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023