Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Tilhaldinum millum Bóla í Kollafirði
22-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag

Elvira Joensen er úr Leynum og hevur búð í Kollafirði síðani 1959. Hon situr í stovuni í Tilhaldinum millum Bóla og stoppar okkurt klæði. "Man treingir til at koma millum fólk viðhvørt", sigur Elvira, sum er ógviliga glað fyri Tilhaldið.

 

Øssur av Steinum spælir bobb saman við øðrum monnum hvønn mánadag. Hann heldur at Tilhaldið er eitt hent tiltak, men tað skuldi verið størri undirtøka millum menninar. Konurnar eru raskari at møta upp, sigur hann. Annars heldur hann at tað er meira samanhald í bygdini nú enn fyrr, og tað hevur ítróttin æruna av. Hann harmast um, at Kollafjørður seldi seg ov bíliga tá lagt varð saman við Tórshavnar Kommunu. M.a. hava eingi grundstykki verið at fingið í Kollafirði og tí er fólkatalið minkað.

 

Marjun Tjørnudal rokast í køkinum. "Fyri meg fer tíðin í Tilhaldinum annars við stokkum og práti um leyst og fast. Onkuntíð taka vit borðspøl", sigur Marjun. 

 

Trygvi Samuelsen greiðir í sendingini frá forsøguni til Tilhaldið og arbeiðnum at fáa eitt ellisheim. Upprunaliga savnaðu tey pengar til eitt ellisheim, og fólk og myndugleikarnir vóru hugað fyri tí. Tilhaldið kom burtur úr hesum arbeiðnum og eldsálin var Poula Christiansen, sála, sum var í bygdaráðnum í Kollafirði.

 

Karin Hansen búði í Kollafirði í 22 ár, men hesi seinastu árini hevur hon búð í Danmark. Nú býr hon í íbúð í Havn. Hon er ikki bilsin av at fólkatalið í Kollafirði er minkað, tí hon hevur fýra børn, sum øll royndu at fáa grundstykki í Kollafirði. Tað eydnaðist ikki og tí búgva øll aðra staðni í dag. Karin heldur at tað er hugaligt at øll eru glað fyri at síggja seg aftur.

 

75 ára gamli Levi Danielsen er í Tilhaldinum bæði mánadag og mikudag. "Sum pensjonistur hevur man ikki nógv at gera, men eg keði meg ongantíð", sigur Levi, sum er glaður fyri Tilhaldið og heldur at tað er umráðandi at fólk møta upp.

 

Torgerð Dam stendur fyri Tilhaldinum millum Bóla og hon staðfestir, at tað er fyrsta tilhald av sínum slag í landinum. Hon leggur dent á, at tað skal vera fjølbroytt virksemi í húsinum. Umframt boppspæl, kortspæl og prát, skipar leiðarin fyri sangi, bingo og at onkur kemur at siga frá upplivingum í lívinum. Og hon bakar regluliga í køkinum fyri at fáa tann hugnaliga luktin í húsinum.

 

Bergfríð Anthoniussen er úr Nesinum uttast á Válinum. Mamma hennara var úr Kollafirði og sjálv hevur Bergfríð trivist væl her. Tey búðu fyrst í Havn, men fluttu so til Kollafjarðar, tí her vóru húsini bíligari.

 

97 ára gamli Jens Christian Joensen er í Tilhaldinum hvønn mánadag. Honum dámar væl at bobba og at spæla kort. Hann býr í Sambýlinum inni í Firði, og har er hann fyri tað mesta í seingini, tí hann keðir seg, sigur hann. Jens Christian hevur annars verið sjómaður og tey seinastu 10 árini var hann við donskum nótaskipi. Annars hevur hann siglt nógv við norskum línuskipum og eisini íslendskum trolarum. Í 20 ár var hann við sama skipara.

 

Dánjal Pauli av Steinum hevur búð í Svøríki í 52 ár. Honum dámar væl at koma í Tilhaldið, nú hann vitjar í heimbygdini. Hann sigldi við svenskum skipum úti í verðini, tá hann búsetti seg í Svøríki. 

 

Simona Kristensen er hvønn tann einasta mánadag í Tilhaldinum. Hon heldur, at tað er umráðandi at pensjonistarnir í Kollafirði møta upp her, tí annars er vandi fyri at tey missa Tilhaldið. "Vit kundu verið nógv fleiri pensjonistar her. Tað er løgið, men summi halda seg blíva við at vera ov ung at koma, sjálvt tá tey eru yvir 90 ár", sigur Simona.

 

Høgni Joensen er í Tilhaldinum bæði mánadag og mikudag og her gongur tíðin væl. Tá hann verður spurdur, sigur hann, at tað eru ikki so nógvar kollfarðasøgur longur at hoyra. "Fyrr fingu kollfirðingar skyldina fyri alt. Men veruleikin er tann, at teir stóru orginalarnir í bygdini eru burtur", sigur Høgni. 

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Jóna Hammer úr Oyndarfirði, sum fylti 100 ár nú 1. januar, hevur greiðir frá bæði góðum og syrgiligum hendingum í sínum langa lívi
20-01-2025
87 ára gamli Martin Juul Jarnskor í Norðragøtu var ikki fyri at GÍ og LÍF løgdu saman og blivuí Víkingur. Hesum og einum hendingaríkum sjólívi greiðir hann frá í sending
13-01-2025
83 ára gamli Hilmar Heinesen, ið var elsti deyvi føroyingurin tá, sigur frá sínum lívi. Sendingin var fyrstu ferð í Útvarpinum í 1994
06-01-2025
Jákup Matras veit nógvum at siga frá eftir eitt arbeiðslív í SEV í meira enn eina hálva øld
29-12-2024
Jákup Matras hevur upplivað nógv í arbeiðnum hjá SEV í meira enn hálva øld. Fyrst sum linjumaður og tey seinnu árini hevur hann fyri tað mesta monterað stýringar
22-12-2024
Granskarar, bæði føroyingar og útlendingar, skulu finna út av hvussu Koltur og alt livandi í oynni uppførir seg, ikki minst uttan seyðabit. Allir skúlanæmingar skulu sleppa út
11-11-2024
Aftur í hesum partinum greiðir Sjúrður Joensen frá ymiskum viðurskiftum í ættarbygdini Koltri, sum uttan iva er ein landnámsbygd
04-11-2024
Koltur er ein lítil og spennandi oyggj, sum helst er landnámsbygd. Í gamlari tíð var Koltur eitt liviligt pláss, tí oyggin gav nógv og stutt var at rógva út á fiskimiðini
28-10-2024
Systkini Myrtley og Jens av Nesi í Vági, sum nú eru 100 og 102 ára gomul, eru nærmastu grannar og hava stóra gleði av hvørjum øðrum. Tey hava búð í Íslandi síðani fýratiárini
21-10-2024
Annað árið á rað skipaði Verkhúsið Stíggjur í Saltangará fyri Eydnufestivali í Løkshøll. Fyrireikararnir siga sjálvir, at hetta er stuttligasti festivalur í landinum
14-10-2024
Fornu toftirnar á Trøðni í Húsalíð eru so mikið lokalar, at tey á Tjóðsavninum vistu einki um tær. Húsamaður, fornfrøðingur og útvarpsverturin eru ein sera forvitnisligan túr
07-10-2024
Gáshólmur, sum er uttanfyri Tindhólm og ytsti partur av Sørvágsfirði, er eitt sera forkunnugt stað at koma. Hólmurin er átta hektarar til støddar og ber 16 frælsi
30-09-2024