Við Tórði á túri

Við Tórði á túri eftir grásúlu í Mykineshólmi(1:2)
07-09-2020
Fyri nógv er tað nakað heilt serligt at sleppa við eftir grásúlu í Mykineshólmi einaferð um árið. "Súlan er góð", er kent orðatak í Mykinesi

Línan, sum verður brúkt at síga við í berginum, verður goymd á skúlaloftinum og hendan dagin verður hon tikin niður og gjørd klár. Øll, sum fara við út í Hólm, skriva seg upp í skúlanum, og síðani bera ungir menn línuna út í Hólmin og hini fylgja við. Fyrstu ferð verður steðgað uppi við minnisvarðan omanfyri bygdina. Tá tey eru komin út í Mykineshólm, verður steðgað á við gamla hólmahúsið og har hava øll høvi at biðja sína egnu bøn innantanna.

Tá myrkt er, verður farið við pannulykt og knívi niður á røkurnar at taka grásúluna, sum teir búnu ungarnir verða kallaðir. Omplarnir, ið framvegis hava dún, verða sitandi eftir á rókini. Røkurnar eru fýra í tali og nakrir mans fara niður á hvørja. Tey flestu eru á línuni.

Jákup í Løðu greiðir frá, at einaferð var so lítið fólk við á súluveiðu úti í Mykineshólmi, at teir vórðu noyddir at brúka eina ryssu at draga línuna og tað hevði sínar avbjóðingar.

Jóhannis Danielsen, fuglafrøðingur á Havstovuni, sigur, at súlan er einasti sjófuglur sum er í vøkstri. Og vitanin um, at hon bara búleikast í Mykineshólmi, má endurskoðast, tí nú eigur súlan eisini í sjálvum Mykinesi.

Fólkini, ið tosað verður við í hesari fyrru sendingini í Mykineshólmi, eru: Glóða Andorsdóttir, Hans Michael Johannesen, Esbern í Eyðansstovu, Jákup í Løðu, Ivan Skorheim, Eyðstein í Løðu, Heri Niclasen, Finn Hansen, Jóhannis Danielsen, Vivi Wang og Benjamin Lydersen.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023
Hetta er fyrra sending við 91 ára gomlu Henny Egholm í Havn, sum fekk eina øðrvísi byrjan í lívinum enn tey flestu.
19-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
13-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
05-06-2023
Trongisvágsbotnur er ein sonn perla, sum nógv hoyrdu um fyrstu ferð tá stórt ruddingartiltak var har í september 2017. Saman við Peturi Karl av Rana, bónda, ganga vit í Botn
22-05-2023
Býlingurin úti í Grønlandi í vesturbýnum í Havn fekk hetta navnið, tí havnarfólk hildu at hann var so langt burtur. Einaferð var Grønlandsvegurin longsta postrutan í Havn
15-05-2023
Krígssavnið lýsir ein serligan kapittul, sum broytti nógv føroyska samfelagið. Umfatandi arbeiði fer fram í grøna SOR-bygninginum, samstundis sum framsýningin er opin
08-05-2023
Laksalúsin er lítil í vavi, men hon fyllir nógv í alivinnuni, og tað ger hon eisini hjá granskarunum á Fiskaaling við Áir. Har finna tey nýggjar loysnir í alivinnuni
01-05-2023
Orkestrið Ælabogin er nú 25 ár. Orkestrið fyri menningartarnað hevur framvegis stóran týdning nú spæla 38 fólk við í orkestrinum. Tey halda merkisdagin við uttanlandsferð
17-04-2023
Á fløtuni í Miðhoydølum, har Gróðurstøðin nú er, var minkagarður við 17.000 minkum. Tað vardi í 10 ár og so kom sjúka í og tað helt uppat. Vit hitta fleiri, ið arbeiddu har
03-04-2023