Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík
02-11-2020
Føroya Húsarhaldsskúli í Klaksvík hevur eina drúgva søgu. Samstundis sum nýggi skúlin verður fyrireikaður, er eitt lívligt skúlaskeið júst nú

Allir næmingarnir á Húsarhaldsskúla Føroya á hesum skeiðnum eru gentur. Tær hava júst verið úti og fiskað við Draganum, ið virkar sum skúlaskip í Klaksvík. Tær fingu nokkso fitt og nú ger helvtin av næmingunum fiskafrikadellur til døgurða. Hin helvtin er uppi í skúlastovuni og hevur teori um føðslu.

 

Á hesum túrinum á Húsarhaldsskúlanum eru vit eisini saman við teimum á Syðradali, tá næmingarnir taka upp eplir og mairøtur og ikki minst tá tær fletta saman við bóndanum. Endamálið er at læra alt frá grundini av. Síðani fara tær at gera blóðpylsu, rullupylsu og annað av seyðinum og hava føroysk epli og røtur afturvið.

 

Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri á Húsarhaldsskúlanum, sigur, at stórur dentur verður lagdur á, at næmingarnir læra um føroyska matmentan og um okkara tilfeingi. Harafturat læra tær um kroppin, um heilsu og rørslu, alskins handarbeiði, so sum at gera síni egnu føroysku klæði, at seyma, glaslist, silvurarbeiði o.a.

 

Hugtakandi er at hoyra Jóhonnu á Tjaldrafløtti greiða frá søguni hjá skúlanum. Um undangongukvinnurnar, ið løgdu lív og sál í at fáa ein húsarhaldsskúla. Nú er so avgjørt at byggja nýggjan húsarhaldsskúla í Klaksvík og væntandi verður arbeiðið boðið út um ársskiftið. Hetta fer at geva heilt aðrar møguleikar, bæði fyri húsarhaldsskúlan sjálvan og fyri tað skeiðsvirksemi, ið skúlin skipar afturat sjálvum húsarhaldsskeiðnum.

 

Tær, sum vit tosa við á túrinum á Húsarhaldsskúla Føroya, eru: Birita við Gil, Kamilla Enomoto, Sólva í Niðristovu Olsen, Jórun Andreasen, Bjørk Joensen, Halda Rasmussen, Jóhanna á Tjaldrafløtti, Sólva J. Joensen, Anna Arnholdsdóttir, Rebekka Højsted, Poulina Eliasen, Elinborg Osvaldsdóttir, Albjørg Joensen, Maigunn Berg, Gudrun Bláskor, Sóley Jacobsen, Poulina Brim Joensen, Naomi Petersen, Jakobina Petersen og Anna Jóna Johansen

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Eitt vikuskifti í summar samlaðust skyldfólk úr Egholmsættini í Føroyum á oynni Egholm í Limfjørðinum við Aalborg, haðani navnið á hesum eftirnavninum kemur.
25-09-2023
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023
Hetta er fyrra sending við 91 ára gomlu Henny Egholm í Havn, sum fekk eina øðrvísi byrjan í lívinum enn tey flestu.
19-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
13-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
05-06-2023
Trongisvágsbotnur er ein sonn perla, sum nógv hoyrdu um fyrstu ferð tá stórt ruddingartiltak var har í september 2017. Saman við Peturi Karl av Rana, bónda, ganga vit í Botn
22-05-2023
Býlingurin úti í Grønlandi í vesturbýnum í Havn fekk hetta navnið, tí havnarfólk hildu at hann var so langt burtur. Einaferð var Grønlandsvegurin longsta postrutan í Havn
15-05-2023
Krígssavnið lýsir ein serligan kapittul, sum broytti nógv føroyska samfelagið. Umfatandi arbeiði fer fram í grøna SOR-bygninginum, samstundis sum framsýningin er opin
08-05-2023
Laksalúsin er lítil í vavi, men hon fyllir nógv í alivinnuni, og tað ger hon eisini hjá granskarunum á Fiskaaling við Áir. Har finna tey nýggjar loysnir í alivinnuni
01-05-2023
Orkestrið Ælabogin er nú 25 ár. Orkestrið fyri menningartarnað hevur framvegis stóran týdning nú spæla 38 fólk við í orkestrinum. Tey halda merkisdagin við uttanlandsferð
17-04-2023
Á fløtuni í Miðhoydølum, har Gróðurstøðin nú er, var minkagarður við 17.000 minkum. Tað vardi í 10 ár og so kom sjúka í og tað helt uppat. Vit hitta fleiri, ið arbeiddu har
03-04-2023
Býlingurin Bumshamar í Klaksvík hevur ikki bara eitt spennandi navn, men er ein spennandi býlingur og tey sum búgva her trívast væl
27-03-2023