Við Tórði á túri

Við Tórði á túri eftir varðagøtum
03-05-2021
Nútíðin hevur av álvara endurfunnið gomlu varðagøturnar, sum fáa ábøtur. Vit vitja stóra tiltakið Closed for Maintenance við føroyingum burturav

Hetta er aðru ferð at Closed for Maintenance-tiltakið er, og 23. og 24. apríl vóru 80 fólk í øllum aldursbólkum í gongd á útvaldum varðagøtum kring landið. Har ímillum eru nakrir leiðarar. Korona hevur gjørt, at hesaferð eru øll tey sjálvbodnu arbeiðsfólkini føroyingar. Arbeitt verður á Kambsdali, í Havn, í Nólsoy, í Vestmanna, í Mykinesi og í Vági. Endamálið er at gera tað høgligari og tryggari at ferðast í okkara náttúru.

 

Í sendingini verður vitjað í fýra støðum. Úr Vestmanna fara tvey arbeiðslið og tey eru á varðagøtunum úr Vestmanna til Saksunar og Hvalvíkar. Hesar gøturnar vórðu nógv brúktar fyrr í tíðini. Upplýsandi skelti verða sett upp og varðarnir verða hampaðir.

 

Á nógv brúktu gøtuni millum høvuðsstaðin og Kirkjubø, sum er ein lættur túrur, verða varðarnir eisini hampaðir. Men høvuðsarbeiðið her er leiða vatnið av gøtuni á teininum úr Havnardali og niðan á. Regndagar hevur nógv vatn runnið eftir sjálvari gøtuni. 

 

Sunnast í Nólsoynni, suður móti Borðuni, ger arbeiðsliðið nakrar træbrýr til fólk at ganga á, so tær stóru veitirnar í hesum sermerkta vátlendi fáa frið. Hesi fólkini sleppa at gista eina nátt í gomlu íbúðarhúsunum á Nólsoyar vita. 

 

Eitt fjølment arbeiðslið er eisini á varðagøtuni millum Fuglafjørð og Skálafjørð. Tað er serliga byrjanin av gøtuni niðan úr Kambsdali, sum verður gjørd týðiligari við nýggjum varðum. Tað verður gjørt eftir einum 100 ára gomlum korti.

 

Fyri nøkrum mánaðum síðani kom út nýggj bók um varðagøtur í Føroyum. Magnus Gaard, lívfrøðingur, var við í arbeiðsbólkinum og hann greiðir frá hesum arbeiðnum. Og Óli Garðhorn, sum hevur sett sær fyri at ganga eftir øllum varðagøtum í Føroyum, gevur samstundis Visit Faroe Islands ymiskar upplýsingar um torleikastig og annað. 

 

Á túrinum eftir varðagøtunum er annars samrøða við hesi fólk: Magni Blástein, Rannvá Egholm, Niels Pedersen, Ditte Mathilda Joensen, Herit Djurhuus, Alda Egilstrøð Magnussen, Hans Poulsen, Óluva Poulsen, Carina Heinesen á Rógvu, Pauli í Jansagerði, Jóhanna Rasmussen, Óli Garðshorn, Jógvan Thomsen, Anja Hartmann Wardum, Vanja Davidsen, Magnus Gaard, Kartni Ravnsfjall, Eileen Berjastein, Gerhard Jónsson Mikkelsen, Kristina Gry Berg

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
12 ára gomul fór Henny Egholm til Havnar at ganga í millum- og realskúla, og har búði hon undir sera trongum korum saman við mammuni ymsa staðni í býnum
26-06-2023
Hetta er fyrra sending við 91 ára gomlu Henny Egholm í Havn, sum fekk eina øðrvísi byrjan í lívinum enn tey flestu.
19-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
13-06-2023
86 ára gamli Mikkjal Sørensen av Viðareiði hevur í samfull 56 ár búð einsamallur í oynni Kingitoq í Suðurgrønlandi. Vit vitja Mikkjal, sum framvegis rør út og hevur seyð
05-06-2023
Trongisvágsbotnur er ein sonn perla, sum nógv hoyrdu um fyrstu ferð tá stórt ruddingartiltak var har í september 2017. Saman við Peturi Karl av Rana, bónda, ganga vit í Botn
22-05-2023
Býlingurin úti í Grønlandi í vesturbýnum í Havn fekk hetta navnið, tí havnarfólk hildu at hann var so langt burtur. Einaferð var Grønlandsvegurin longsta postrutan í Havn
15-05-2023
Krígssavnið lýsir ein serligan kapittul, sum broytti nógv føroyska samfelagið. Umfatandi arbeiði fer fram í grøna SOR-bygninginum, samstundis sum framsýningin er opin
08-05-2023
Laksalúsin er lítil í vavi, men hon fyllir nógv í alivinnuni, og tað ger hon eisini hjá granskarunum á Fiskaaling við Áir. Har finna tey nýggjar loysnir í alivinnuni
01-05-2023
Orkestrið Ælabogin er nú 25 ár. Orkestrið fyri menningartarnað hevur framvegis stóran týdning nú spæla 38 fólk við í orkestrinum. Tey halda merkisdagin við uttanlandsferð
17-04-2023
Á fløtuni í Miðhoydølum, har Gróðurstøðin nú er, var minkagarður við 17.000 minkum. Tað vardi í 10 ár og so kom sjúka í og tað helt uppat. Vit hitta fleiri, ið arbeiddu har
03-04-2023
Býlingurin Bumshamar í Klaksvík hevur ikki bara eitt spennandi navn, men er ein spennandi býlingur og tey sum búgva her trívast væl
27-03-2023
Gamli býlingurin við Sjógv í Kollafirði er serliga kendur fyri kvæðaskaldskapin hjá sjóvarbóndanum. Nú verður arbeitt við at varðveita tað, ið eftir er av tí gamla við Sjógv
20-03-2023