- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Fyrsta menniskja sum útvarpsverturin møtir í morgun er Honna Jacobsen, sum hevur verið gongutúr runt í Svínoy. Tað er hon nærum hvønn morgun.
Á Svínoyar Rognkelsistøð tekur Sjúrður Jacobsen, stigtakari og stjóri, ímóti. Og hann greiðir frá, hvussu drúgt tað hevur verið at koma í gongd við at ala rognkelsi í Svínoy, tí tey bíðaðu so leingi eftir neyðugu loyvunum frá myndugleikunum. Hevði hann vitað hvussu strævið tað bleiv at sleppa í gongd, hevði hann ikki verið farin í holt við hetta. Men nú er verulig gongd komin á og í dag skulu tey avskipa 12.000 fiskar til alistøð í Haraldssundi. Petur Skeel Dahl úr Hoyvík, sum hevur siglt nógv ár sum maskinmeistari, arbeiðir nú á virkinum í Svínoy. Hann sigur, at hetta var so mikið spennadi, at hann kundi ikki siga nei. Petur Asano er ein ungur maður, sum arbeiðir á virkinum.
Heri Joensen, prestur, minnist hvussu kalt tað plagdi at vera í kirkjuni í barnaárunum. Tá fólk sungu, stóð andin frá teimum langt upp í loft í kalda kirkjurúminum, sigur Heri. Svínoyar kirkja er stór eftir fólkatalinum, men her gingu nógv fólk í kirkju. Viðareiðis kirkja, sum er bygd nakað seinni, er helst bygd eftir somu tekningum sum Svínoyar kirkja.
Eyðun Jacobsen hevur minkað um áseyðatalið í haganum, og miðalvektin er nógv hækkað. Enn er bara ein partur av seyðinum heima, men í lembingini hevur Eyðun allan seyðin heima. Hann hevur haga báðumegin bygdina. Ognin er vestanfyri og eystanfyri bygdina er kongsið.
Óli á Geilini hevur stóran áhuga fyri søguni í Svínoy og dugur væl at greiða frá søguligum viðurskiftum. Hann gleðir seg til bátasavnið, sum nú skal byggjast í bygdini. Hann heldur, at tað er umráðandi at teir væl smíðaðu bátarnir í Svínoy koma til sín rætt, og at fólk sleppa at uppliva hetta handverkið, ið er við at fara í søguna.
Fyrsta dagin verður farið undir arbeiðið at stoypa ætlaða bátasavnið í Svínoy. Malla Djurhuus, sum er kassameistari í felagnum Bjarnafossi, sigur, at tað hevur tikið langa tíð, men nú er klárt at fara í gongd. Hon fegnast um, at tann gamli føroyski báturin nú er komin á listan hjá UNESCO yvir siðaarv hjá mannaættini. -Hetta eigur at gera, at tað verður lættari hjá okkum at fáa bátasavnið liðugt. Savnið fer á ein serligan hátt at vísa hetta gamla føroyska handverkið, sigur Malla.
Í Svínoy eru einir 11 kilometrar av vegi tilsamans, og Poul Sivar Olsen veit einki betri enn at koyra ein túr niðan á Fugloyarháls og eystur um. Hann bjóðar okkum biltúr eystur um og greiðir frá torvskurði. Tað vóru ikki bara svinoyingar, sum skóru torv her. Fugloyingar komu eisini yvir um fjørðin at skera og røkta torv, tí nærum eingin mógvur er í Fugloy. Børnini í Svínoy fóru á hvørjum ári eftir jólatorvi við lummalykt i myrkri, og hesum hevur Poul Sivar góð minnir frá.
Petur Danielsen hevur endurreist fleiri av gomlu torvhúsinum úr gróti, og fólk eru á einum máli um, at tey eru sonn prýði í haganum. Petur sigur, at hetta hevur bara verið eitt ítriv og hann ætlar sær at endurreisa nøkur afturat.
Óli á Geilini greiðir frá skotaskipinum "Rachel", sum fór á land í ódnarveðri á víkini í Svínoy í november 1786. 22 mans vóru við og bara tríggir vórðu bjargaðir á lívi. 17 lík róku inn í Skotavíkina og vórðu jarðað í bønum í Svínoy. Í 2011 varð minnissteinur reistur, og steinurin er akkersteinur frá skipinum. Skotaskipið var annars úr Orknoyggjum. Teir høvdu verið og sligið kóp og í ódnarveðri róku teir til Føroya.