Føroyingar hava álit á Kringvarpi Føroya

Um KVFTíðindi
Føroyingar hava álit á Kringvarpi Føroya
Nýggj kanning vísir, at 77 prosent av øllum føroyingum hava álit á Kringvarpinum
 
20-10-2021

Nýggj stór miðlakanning hjá Fróðskaparsetrinum vísir, at føroyingar hava álit á upplýsingunum, sum koma frá KvF. Hetta eiga vit at fegnast um, tí álit styrkir savningarmegina í føroyska samfelagnum, heldur kringvarpsstjórin.

KvF hoyrist og sæst av øllum føroyingum. Tí er tað umráðandi fyri stovnin, at føroyingar hava álit á upplýsingunum, sum koma frá KvF. Nýggja kanningin vísir, at 77 prosent av øllum føroyingum hava antin stórt ella nokk so stórt álit á KvF.

“Tølini eru jalig, tí óheftir miðlar eru ein hornasteinur undir fólkaræðinum. Álit á miðlunum stimbrar bæði fólkaræðisliga orðaskiftið og savningarmegina í føroyska samfelagnum”, sigur kringvarpsstjórin, Ivan Hentze Niclasen.

Stórt álit á public service-stovnum

Tað er Heini í Skorini, Ph.D. og adjunktur á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum, sum hevur staðið fyri kanningini saman við greiningarfyritøkuni Lóður. Hann vísir á, at álitið á KvF tykist vera líka stórt sum álitið á public service-stovnum í okkara grannalondum, og at álitið á almennum kringvørpum í miðal er størri enn álitið á privatum miðlum. Hinvegin vantar okkum skipaða gransking um miðlaálit og miðlaatferð í Føroyum, og tí hava vit brúk fyri fleiri kanningum.

“Tað er eisini áhugavert at síggja, at álit og miðlanýtsla ikki altíð fylgjast at. Summi, sum siga seg hava lítið álit á KvF, brúka kortini KvF dagliga”, sigur Heini í Skorini.

Lítið álit á sosialum miðlum

Hinvegin er lítið álit á sosialum miðlum, hóast Facebook er toppskjútti, tá spurt verður, hvønn miðil fólk oftast brúka. Altjóða miðlakanningar vísa eisini, at eitt vaksandi tal av fólki nýtir sosialar miðlar sum sín fremsta tíðindabera. Føroyingar eru sera virknir á eitt nú Facebook. Sambært kanningini hjá Fróðskaparsetrinum hava føroyingar tó als ikki álit á upplýsingum, sum koma frá Facebook. “Facebook kann hava sínar fyrimunir, men fólk duga væl at skilja ímillum upplýsingar í óheftum professionellum miðlum og upplýsingar á sosialu miðlapallunum hjá altjóða tøknirisum, og tað er gott fyri fólkaræðið”, heldur Ivan Hentze Niclasen.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Sunnudag 23. august
Guðstænasta í Christianskirjuni
212151
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985

Um kvf css