- Tíðindi, mentan og ítróttur
Snæfall 2
Snæfall 2 er framhald av jólakalendaranum Snæfall, sum vit endursendu í fjør.
Í jólakalendaranum í ár hitta vit 10 ára gamla Nóa, sum hevur eitt ógvuliga stórt jólaynski. Mamma Nóa er sjúk, og hann sendir jólamanninum bræv um at hjálpa henni.
Selma og Hákun, sum nú eru blivin nøkur ár eldri, royna at hjálpa Nóa, tí brævfuglarnar sleppa ikki til Snæfals.
Kom við aftur til gandakenda Snæfall saman við Nóa, Selmu, Píli og øllum hinum.
Hesa ferð er jólakalendarin bæði jólaligur og stuttligur og eisini álvarsamur, og tí er hann meiri fyri størri børn enn lítil.
Men øll kunnu hyggja, saman við vaksnum.

Snæfall 2
Jólakalendarin Snæfall 2 er framhald av søguni um Snæfall, sum var send fyrstu ferð í sjónvarpinum í 2017. Søgan hesa ferð er um at hava vón. At trúgva upp á, at alt fer at laga seg, og at alt verður fjálgt og gott aftur. Eisini hóast vónarljósið næstan slóknar, og alt tykist tungt og møtimikið. Tað ræður um ikki at missa vónina.
Páll Danielsen er leikstjóri, og Finnur Hansen hevur staðið fyri upptøkunum og verið ljóðtøkningur. Carsten M. Arnskov setti saman. Fimtan børn eru við. Fimm, sum vóru børn seinast, eru við aftur hesa ferð. Umframt tjúgu vaksnir leikarar.
Erla Zachariasen og Marið E. Persson týddu til føroyskt. Elin á Rógvi hevur týtt eyðkennislagið, og Dánial Gomez syngur.
Jólakalendarin er í 24 pørtum og er at síggja í sjónvarpinum hvørt kvøld klokkan 18.30.




