- Tíðindi, mentan og ítróttur
1-1-2 Fuglafjørður
112 Fuglafjørður er bók, sum Elin á Rógv hevur skrivað. Í bókini hitta vit aftur persónarnar úr bókini Og mamma!, sum kom út í 2014 og varð tilnevnd til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Marjun Reginsdóttir hevur myndprýtt báðar bøkurnar við litføgrum og lívligum myndum. Bókin snýr seg um hanan Morgunfríða, sum dugir at tosa, og abban, sum aftur hesa ferð fær stórar trupulleikar av tí prátingarsama hananum, sum altíð sigur "og mamma". Omman og abbin ætla sær nevnliga til Fuglafjarðar - ta mest fuglafantastisku bygdina í Føroyum - uttan at bjóða Morgunfríða við. Bókin er pakkað við spenningi, høgari ferð og skemti í fleiri løgum, sum fangar bæði børn og vaksin.
1-1-2 Fuglafjørður
Søga í trimum pørtum.
Elin á Rógvi hevur skrivað bókina 1-1-2 Fuglafjørður. Og hon lesur eisini fyri okkum.
Onnur bókin um hanan Morgunfríða. Hin fyrra var Og mamma, sum kom út í 2014.
Omman og abbin eru útlúgvað av at ansa børnum. Nú skulu tey hava frið!
Tey læna summarhúsið hjá grannanum og fara nakrar friðarligar dagar til Fuglafjarðar. Halda tey!
Tí har koma nakrir óvæntaðir gestir á gátt, millum annað ein við reyðum reyki.