Aftur í ár kunnu børn ringja til jólamannin, sum situr spentur í Likkudali og bíðar.
Julius jólamaðurin hevur nógv at gera, nú tað stundar til jóla. Hóast tað, hevur hann tíð at tendra sítt filmstól, sum fer beinleiðis inn í allar stovur í Føroyum. Rógvi er raskur at vitja Julius, og hann hevur altíð okkurt nýtt at vísa Juliusi, sum hann hevur lært í skúlanum. Hvat teir kunnu finna uppá, er altíð spennandi. Eitt, sum teir altíð gera, er at vísa hvørjum øðrum heimaupptøkur á VHS-bondum. Eisini fáa føroysk børn møguleika at ringja beinleiðis til Julius og Rógva og siga, hvat tey ynskja sær í jólagávu.