Í sendingini 'Hvat gera tit?' fara vit at undrast saman við Villiami og Nikláa.
Við morgunmatarborðið eru óteljandi spurningar, sum Villiam og Niklái kjakast um - teir eru ikki altíð samdir. Tí er gott, at Villiam eigur eina súkklu, so at teir kunnu fara út og fáa svar. Fleiri áhugaverdir spurningar verða settir, so sum hví skulu vit busta tenn hvønn dag? Kann eitt livandi ljós brenna eini hús? Eru tað fleiri postboð í Føroyum? Kunnu kettur eta sjokolátu?



