Jólakalendarin Snæfall 2 er framhald av søguni um Snæfall, sum var send fyrstu ferð í sjónvarpinum í 2017. Søgan hesa ferð er um at hava vón. At trúgva upp á, at alt fer at laga seg, og at alt verður fjálgt og gott aftur. Eisini hóast vónarljósið næstan slóknar, og alt tykist tungt og møtimikið. Tað ræður um ikki at missa vónina.
Páll Danielsen er leikstjóri, og Finnur Hansen hevur staðið fyri upptøkunum og verið ljóðtøkningur. Carsten M. Arnskov setti saman. Fimtan børn eru við. Fimm, sum vóru børn seinast, eru við aftur hesa ferð. Umframt tjúgu vaksnir leikarar.
Erla Zachariasen og Marið E. Persson týddu til føroyskt. Elin á Rógvi hevur týtt eyðkennislagið, og Dánial Gomez syngur.
Jólakalendarin er í 24 pørtum og er at síggja í sjónvarpinum hvørt kvøld klokkan 18.30.




