Her kunnu tit lurta eftir ymiskum søgum um kúllin Vitello.
Her er millum annað søgan um, tá ið Vitello skøvaði ein bil, tá ið hann hitti eina ólekkra gentu, og tá ið hann fær ein fosturpápa.
Kim Fupz Aakeson hevur skrivað søgurnar um Vitello, og Sjúrður Gullbein týddi til føroyskt. Jensina Olsen lesur, og Dánjal Tavsen gjørdi ljóðmyndina. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur útgivið.