vit_submenu_uv

morugota.jpg

Super Power Candy-kúlur, 4. partur

Jón hevði marruna somu náttina, sum hann hevði etið eina Super Power Candy-kúlu. Hann vaknaði ámiðjari nátt og var dýggjvátur, sum hann hevði sveittað. Hann tímur illa at leggja seg aftur, men kanska Kenneth er vakin? Og tað var ikki bara Jón, sum hevði marruna. Øll, sum høvdu etið eina Super Power Candy-kúlu høvdu havt marrina. Mundi so eisini vikarurin hava havt marruna?

Jákup Veyhe leggur til rættis.

 

Aðrir partar

Nú er mánadagur. Tað er mánadagur í øllum Føroyum - eisini í Mórugøtu. Sum altíð er tað nakað av klanduri við morgunmatarborðið. Komin í skúla sendi vikarurin børnini út at finna blómur, sum kundu etast. Men Kenneth og Jón hava aðrar planir.

Jákup Veyhe leggur til rættis.

Vikaruin hevði biðið børnini um at finna plantur, sum kunnu etast. Men Kenneth og Jón høvdu sjálvandi eina ætlan, og teir høvdu keypt fýra Super Power Candy-kúlur.

Jákup Veyhe leggur til rættis.

Vikarurin fekk ein Super Power Candy-kúlu frá Kenneth og Jón. Vikarurin elskaði kúluna. Tey mintu hann um alt tað góða, sum lívið kann geva einum ungum menniskja. Og av tí sama, gjørdist hann so glaður, at hann sprakk út í bilin og koyrdi heim við øllum teimum plantunum, sum børnini høvdu savnað.

Jákup Veyhe leggur til rættis.

Øll, sum høvdu etið Super Power Candy-kúlurnar, sum Jón og Kenneth høvdu keypt, høvdu havt marruna. Vikarurin fekk jú eisini bomm, so hevði hann havt marruna? Nú vóru tey øll á veg heim til vikarin at kanna málið.

Jákup Veyhe leggur til rættis.