vit_submenu_uv

rithovundavitjan_a_skulatrod.jpg

Toran gongur - rithøvundavitjan

Vit vitja 5.a á Skúlatrøð

Í barnaútvarpinum hesa vikuna fara vit at hoyra um bøkur og tað at lesa. Vit vitja børn, sum hava havt rithøvundavitjanir og børn, sum hava lisið nógvar ymiskar bøkur. Í dag eru vit á bókasavninum á Skúlatrøð í Klaksvík. Rakel Helmsdal, rithøvundur hevur vitjað 5.a.

 

Aðrir partar

Elin á Rógvi hevur verið á vitjan

Í barnaútvarpinum hesa vikuna hoyra vit um tað at lesa, um ymiskar bøkur og um rithøvundavitjanir. Í dag eru vit í 6.flokki í skúlanum við Løkin. Tey hava lisið Flytifuglar, sum Elin á Rógvi hevur skrivað. Tey hava gjørt nógv ymiskt og kreativt burturúr bókini og so kom Elin á Rógvi rithøvundur at vitja tey.

Eilen Anthoniussen greiðir frá

Í barnaútvarpinum hesa vikuna fara vit at hoyra um bøkur og tað at lesa. Vit vitja børn, sum hava havt rithøvundavitjanir og børn, sum hava lisið nógvar ymiskar bøkur. Í dag fara vit at hoyra um Føroyar lesa.

Næmingar í 4.flokki fara at greiða frá

Í barnaútvarpinum hesa vikuna fara vit at hoyra um bøkur og tað at lesa. Vit vitja børn, sum hava havt rithøvundavitjanir og børn, sum hava lisið nógvar ymiskar bøkur. Í dag eru vit í skúlanum í Eysturkommunu. Vit eru í 4.flokki í Gøtu og her hava tey lisið grummar søgur, eitt nú eina søgu, sum Oddfríður Marni Rasmussen hevur skrivað. Tey hava gjørt listaverk við íblástri úr søguni, og Oddfríður Marni Rasmussen hevur verið á vitjan.