Summar sendingar í barnaútvarpinum hoyra ikki júst til nakað tema ella nakran bólk, so um tú ikki finnur sendingina aðrastaðni, er hon helst at finna her :)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Snæfall 2 - um leikin

Mánadagin klokkan 18.30 er 1.partur av Snæfalli 2 í sjónvarpinum og á VIT-appini
Jólakalendarin, Snæfall 2, er framhald av søguni um Snæfall, sum var send fyrstu ferð í sjónvarpinum í 2017. Søgan hesa ferð er um at hava vón. At trúgva uppá, at alt fer laga seg, og at alt verður fjálgt og gott aftur. Eisini hóast vónarljósið næstan slóknar, og alt tykist tungt og møtimikið. Tað ræður um ikki at missa vónina.
?Snæfall2? er ein jólakalendari um 10 ára gamla Nóa, sum hevur eitt sera týdningarmikið jólaynski.
Selma, sum nú er vaksin, hjálpir honum at senda eitt bræv til jólamannin í Snæfalli. Mamma Nóa, sum er sjúk, sendir eisini jólamanninum eitt ynskibræv, og ynskið hjá henni er, at Nóa skal fáa styrki og vón.
Leikarar og leikstjóri greiða frá.











