Summar sendingar í barnaútvarpinum hoyra ikki júst til nakað tema ella nakran bólk, so um tú ikki finnur sendingina aðrastaðni, er hon helst at finna her :)
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kópakonan 1. partur

Í dag fara vit at hoyra fyrra part av ljóðmyndini um Kópakonuna. Ljóðmyndin er í tveimum pørtum og í morgin hoyra vit seinna part, tí í morgin er trettandi ella trettandadagur eftir jóladag. Søgnin um kópakonuna er væl kend og søgnin sigur okkum, at kóparnir koma upp á helluna at dansa á trettandunátt og lata seg úr haminum, tá líkjast teir menniskjum.
Ljóðmyndin um kópakonuna er nýggj upptøka, sum er tikin upp til barnaútvarpið.
Páll Sólstein hevur skrivað tónleikin til ljóðmyndina og Nicolina Dahl eigur orðini til sangtekstirnar. Teksturin, ið verður lisin er eftir søgnini, sum V.U. Hammershaimb skrivaði niður. Birita Poulsen sigur frá og syngur. Kristina Thede Johansen spælir saxofon, Ernst Remmel trompet og Aksel Remmel klaver. Alvin Ellebye er tøkningur.












