Lóa tosar um fólkaræði

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Lóa tosar um fólkaræði
21-03-2026

Týsdagin er fólkatingsval og hósdagin er løgtingsval og barnafestivalur hevur verið í Norðurlandahúsinum.  Í ár setur barnafestivalurin Frítt Flog sjóneykuna á fólkaræði. Skráin bjóðar børnum at gera venjingar í at siga sína hugsan, tekna valplakatir, ganga kravgongu, lurta eftir hvørjum øðrum og fara inn í atkvøðuklivarnar at seta sín kross. Í stuttum læra tey um fólkaræði og eru partur av einum felagsskapi, har allar atkvøður telja við. Eisini var spyrjitími við valevnum, sum stilla upp til løgtingsvalið. Lóa fer at greiða frá.

Blandað bomm

Summar sendingar í barnaútvarpinum hoyra ikki júst til nakað tema ella nakran bólk, so um tú ikki finnur sendingina aðrastaðni, er hon helst at finna her :)