Vitan

Vitan: Krabbamein og vón
04-11-2010
Føroysk gransking vísir, at í viðgerðini fyri krabbameini, hevur ikki bert tann medisinska viðgerðin týdning, men tað hevur vónin um leking eisini

Missir ein vónina, er viðgerðin næstan líkamikil.

Tað er føroyingurin Kristianna Hammer, sum hevur granskað.

Men hvat er krabbamein fyri ein sjúka?

Krabbamein er ikki bara ein, men fleiri ymiskar sjúkur. Í veruleikanum finnast fleiri hundrað ymiskar krabbasjúkur, sum fáa navn eftir tí staðnum í likaminum, har tær kyknað upp. Tað kann vera lungnakrabbi ella bróstkrabbi. Hvør krabbasjúka hevur síni serligu eyðkenni viðvíkjandi vanda, aldri, kyni, hvussu sjúkan hevur breitt seg, viðgerð og yvirliving.

Krabbasjúka byrjar í kyknunum. Krabbakyknurnar bera seg øðrvísi at enn aðrar kyknur. Tær kunnu deila seg sundur og beina fyri frískum kyknum. Sum tíðin gongur kunnu krabbakyknurnar mennast til ein krabbaknykil.

Okkara likam hevur í sær 50 billiónir kyknur (50.000.000.000.000). Kyknur eru neyðugar at "byggja" menniskjalikamið, tí kunnu kyknurnar nevnast bygningssteinarnir í likaminum. Kyknur kunnu hava ymsa stødd og skap. Og hvør teirra hevur sín leiklut og hvør sítt pláss í kroppinum.

Vit hava nógv sløg av kyknum: Húðakyknur, heilakyknur, hárkyknur, vøddakyknur o. s. fr. Kyknurnar blanda seg ikki í arbeiðið hjá hvør øðrum kyknum, men savna seg um sítt. Kyknurnar eru serfrøðingar, hvør á sínum øki. T. d. brúka heilakyknurnar alla sína orku upp á heilan.

Lívið hjá kyknunum er avgjørt frammanundan. Tá ein kykna doyr, kemur ein nýggj ístaðin. Nýggjar kyknur verða skaptar á tann hátt, at verandi kyknur býta seg sundur. Soleiðis verða sár grødd, blóð, húð og slímhinna verða endurnýggjað, og øll organisman virkar. Hvør kykna eygleiðir og er í javnvág við grannakyknuna.

Kyknurnar eru sosialar og lurta eftir signalum frá kroppinum. Hendir ein feilur í eini kyknu, fer hon í fyrstu syftu at royna at umvæla seg við hjálp av serligum umvælingar-enzymum. Kann kyknan ikki sjálv væla um seg , er hon programmerað til sjálv at gera av við seg. Vit siga, hon forger sær.

Krabbakyknurnar eru asosialar, og í mun til normalar kyknur, lurta tær eftir signalum frá likaminum. Tær forgera sær ikki, um feilur skuldi komið fyri. Harafturímóti býta krabbakyknurnar seg sundur so ofta, at tær gerast fleiri og fleiri. At enda kunnu tær gerast so mangar, at tær gerast til ein krabbaknykil.

Feilir í eini kyknu kunnu koma av sær sjálvum ella vegna ávirkan uttanífrá t. d. tubbaksroyki, sum týnir lunguni. Men nógvar broytingar skulu til, um krabbamein skal gerast úrslitið. Kyknan arbeiðir hart at forða fyri, at hon gerst til eina krabbakyknu.

Lurta eftir sendingini her, har Bjarni á Steig, serlækni í krabbasjúkum og Kristianna Hammer, granskari, greiða frá, um krabbamein og vón.

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Dávid Arge Klevang Petersen, vísindamaður á DTU Space, greiðir frá rovarnum Perseverance, ið hann hevur verið við til at ment.
30-07-2020
Sending við stuttum vísindasøgum og tónleiki
03-08-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
26-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
20-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
13-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
06-07-2018
Mett verður at elsta búseting í Klaksvík er í Vági, sigur Hans Andrias Sølvará. Er tað rætt, skulu vit heilt aftur til ár 800 - 900
04-05-2018
Eygleiðingar vísa, at magnetiski norðpólurin flytur seg søguliga skjótt í hesum tíðum, og heldur gongdin fram verður hann í Sibiria um 25 ár
03-05-2018
Stór íleguverkætlan skal siga okkum, hvørjir víkingarnir vóru sum tóku land. Út frá ílegunum, fer eisini at bera til at vísa, hvussu tey sóu út
20-07-2017
Í ættarbandsskránni, hjá Ílegusavninum, sæst, at av teimum 158000 føroyingunum, sum eru skrásettir gjøgnum tíðina, eru so at siga øll skyld
18-07-2017
Elisabet hevur funnið útav at arvamassin hjá silvurfiskinum er 2,5 milliardir basar og at tað eru tvær ættir av silvurfiskum í Føroyum
12-07-2017
Hans Pauli Strøm greiðir frá, hvussu fólkasøgan í Føroyum hevur verið frá 1330 til 2016
24-01-2017