Vitan

Vitan: Fólkatalið í Føroyum 1700-2100
05-05-2011
Tað hevur stóran týdning fyri eitt øki, sum Føroyar, hvussu nógv fólk búgva í landinum, og hvussu samansetingin av fólkinum á aldur og kyn er

Til dømis vil ein samanseting við nógvum børnum og ungum hava við sær, at neyðugt er at hava nógvar vøggustovur, barnagarðar, fólkaskúlar, miðnámsskúlar og tílíkt. Á sama hátt vil ein samanseting við nógvum eldri fólki hava við sær, at neyðugt er at byggja sambýli, ellisheim, røktarheim, heimahjálp og so framvegis.

Samansetingin av fólkinum hevur tískil ikki einans týdning fyri sosiala lívið í økinum, men eins stóran týdning fyri búskapin, fíggjarlógina, vinnuna og annars raksturin av landinum.

Fólkatalsfrøði, demografi, er læran um, hvussu fólka-mongdin broytist gjøgnum tíðina. Her verður hugt eftir støddini, bygnaðinum og býtinum av fólkamongdini, og hvussu fólkamongdin broytist gjøgnum tíðina av føddum, deyðum, fluttum og av at folk gerast eldri.

Fólkatalsfrøðiligar greiningar kunnu fevna um samlaða fólkið ella um bólkar út frá ymsum ásetingum - til dømis útbúgving, tjóðskap, átrúnaði og uppruna.

Í hesi sending verða nøkur av demografisku hugtøkunum umrødd, sum hava týdning, tá ið hugt verður eftir eini fólkamongd.

Hvussu gongdin hevur verið í Føroyum innan fólkatal, fødd, deyð og flytingum til og úr Føroyum.

Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, hevur skrivað eitt fólkatalsfrøðisligt rit um fólkatalið í Føroyum frá ár 1700 til ár 2100.

Ì sendingini verður tosað við Magna um evnið.

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Dávid Arge Klevang Petersen, vísindamaður á DTU Space, greiðir frá rovarnum Perseverance, ið hann hevur verið við til at ment.
30-07-2020
Sending við stuttum vísindasøgum og tónleiki
03-08-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
26-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
20-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
13-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
06-07-2018
Mett verður at elsta búseting í Klaksvík er í Vági, sigur Hans Andrias Sølvará. Er tað rætt, skulu vit heilt aftur til ár 800 - 900
04-05-2018
Eygleiðingar vísa, at magnetiski norðpólurin flytur seg søguliga skjótt í hesum tíðum, og heldur gongdin fram verður hann í Sibiria um 25 ár
03-05-2018
Stór íleguverkætlan skal siga okkum, hvørjir víkingarnir vóru sum tóku land. Út frá ílegunum, fer eisini at bera til at vísa, hvussu tey sóu út
20-07-2017
Í ættarbandsskránni, hjá Ílegusavninum, sæst, at av teimum 158000 føroyingunum, sum eru skrásettir gjøgnum tíðina, eru so at siga øll skyld
18-07-2017
Elisabet hevur funnið útav at arvamassin hjá silvurfiskinum er 2,5 milliardir basar og at tað eru tvær ættir av silvurfiskum í Føroyum
12-07-2017
Hans Pauli Strøm greiðir frá, hvussu fólkasøgan í Føroyum hevur verið frá 1330 til 2016
24-01-2017