Vitan

Vitan: Ílegur og ílegugransking
16-05-2013
Í sendingin verða ílegur, FarGen og ílegugransking umrødd

Fólkið, ið býr í Føroyum, verður mett at verða lutfalsliga einsháttað í sínum íleguuppruna (genetics isolate) tá talan er um arvaligar eginleikar, við tað, at fólkið í høvuðsheitum stavar frá nøkrum fáum landnámsmonnum í 9. øld. Føroyingar verða tí hildnir at hóska væl til ílegugransking. 

FarGen er ein almenn verkætlan, ið ætlar at savna ílegurnar hjá føroyingum. Í sendingini hoyra vit um ílegur, arvastreingin og ílegugransking. Fýra serfrøðingar á hvør sínum øki innan ílegur, umrøða evnið.
 
Pál Weihe, formaður fyri fylgibólkin í FarGen greiðir frá um FarGen. Lotte Hvas, lækni og limur í Danska Etiska Ráðinum, umrøður etisku spurningarnar í samband við ílegugransking. Thomas G. Jensen, ílegugranskari, greiðir frá fyrimunum og vansum við ílegugransking og Anne-Marie Gerdes, yvirlækni á deildini fyri Kliniska Genetik á Ríkissjúkrahúsinum fortelur, hvat ílegukanningar verða brúktar til í læknaheiminum í dag.
 
Hoyr sendingina her.

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Dávid Arge Klevang Petersen, vísindamaður á DTU Space, greiðir frá rovarnum Perseverance, ið hann hevur verið við til at ment.
30-07-2020
Sending við stuttum vísindasøgum og tónleiki
03-08-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
26-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
20-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
13-07-2018
Sending við smáum vísindasøgum og tónleiki
06-07-2018
Mett verður at elsta búseting í Klaksvík er í Vági, sigur Hans Andrias Sølvará. Er tað rætt, skulu vit heilt aftur til ár 800 - 900
04-05-2018
Eygleiðingar vísa, at magnetiski norðpólurin flytur seg søguliga skjótt í hesum tíðum, og heldur gongdin fram verður hann í Sibiria um 25 ár
03-05-2018
Stór íleguverkætlan skal siga okkum, hvørjir víkingarnir vóru sum tóku land. Út frá ílegunum, fer eisini at bera til at vísa, hvussu tey sóu út
20-07-2017
Í ættarbandsskránni, hjá Ílegusavninum, sæst, at av teimum 158000 føroyingunum, sum eru skrásettir gjøgnum tíðina, eru so at siga øll skyld
18-07-2017
Elisabet hevur funnið útav at arvamassin hjá silvurfiskinum er 2,5 milliardir basar og at tað eru tvær ættir av silvurfiskum í Føroyum
12-07-2017
Hans Pauli Strøm greiðir frá, hvussu fólkasøgan í Føroyum hevur verið frá 1330 til 2016
24-01-2017