- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vitan
Hetta eru tvey av evnunum í sendingini Vitan hesaferð. Iris Thomsen, havsúgdjóralívfrøðingur var í 2014 niðri á Falklandsoyggjunum og samskipaði ta fyrstu hvalateljingina nakrantíð har. Hon greiðir frá, hvussu tað var at verða har, um oyggjarnar og hvussu hvalateljingin var løgd til rættis.
Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, samskipaði í summar føroyska partin, í stórari hvalateljing í norðuratlantshavinum. Føroyar luttók saman við Grønlandi, Íslandi og Noregi og greiðir Bjarni frá, hvussu hetta varð samskipað, hvussu tey taldu hval og hvussu merkingarnar á grindahvali hevur riggað.
Hoyr eisini Rógva Biskupstø greiða frá, hvussu tað kom í lag, at hann sum lesandi kom at halda ein fyrilestur á eini granskingarráðstevnu í Keypmannahavn.
Lurta eftir sendingini her.