Vitan

Vitan: Seyðabrævið
22-11-2012
Seyðabrævið er elsta miðaldarrit sum vit eiga í Føroyum. Vanliga uppfatanin er, at tað er ein rættarbót, sum var givin Føroyum, men so er ikki!

Ein vanliga uppfatan av Seyðabrævinum hevur verið, at tað er ein rættarbót, sum varð givin Føroyum orsakað av at norsku lógirnar ikki passaðu til føroyskar umstøður, fyrst og fremst tí at Føroyar eru annarleiðis landafrøðiliga, og tí at føroyskt seyðahald hevði ment seg annarleiðis. Orsakað av hesum vendu føroyingar sær til Hákun Magnusson kong og bóðu hann um at fáa eina rættarbót. Hann vendi sær síðani til Erlend biskup og Sjúrð, løgmann í Hetlandi, at seta saman eina lóg, sum passaði betur til føroyskar umstøður.

Men í nyggjari greining av Seyðabrævinum, sum Oddur á Lakjuni, søgufrøðingur við sergrein í norðurlendskari miðaldarsøgu, vísir hann á, at tað vóru aðrar umstøður og tilelvingar, enn at norsk lóg ikki passaði til føroyskar umstøður, sum vóru orsøk til, at Seyðbrævið varð skrivað. Oddur vísir á, at Føroyar høvdi, aðrenn Seyðabrævið varð skrivað, egnu lógbók viðvíkjandi seyðahaldi í Føroyum, sum virkaði væl áðrenn norsk lóg kom alment í gildi í Føroyum.
 

Hoyr sendingin um Seyðabrævið her:

Vitan

Vitan er sending, har Kári Sólstein fer í dýpdina við einum ávísum evni og tosar við serfrøðingar um tað. Hetta er sendingin, har serfrøðin fær gott pláss, og evni verða útbreidd. Ætlanin við sendingini er at loyva serfrøðingum og granskarum framat at dýpa sína vitan á ein fólksligan hátt, umframt at skapa virðing fyri gransking í Føroyum. Evni í sendingini eru alt frá tara til krabbamein.
Nyggjar kjarnuboringar kunnu siga okkum, hvussu veðurlagið hevur verið fyri fleiri túsund árum siðan, og nær fyrstu menniskjuni komu til oyggjarnar
17-01-2017
Um burðardygt seyðarhald og økokritikk í bókmentum
10-01-2017
Um grøna elframleiðslu, visión 2030 og framtíðartankar hjá føroyskum ungdómi
03-01-2017
Sjúrðakvæðini verða hildin at verða elligomul, men nú vil ein professari verða við, at ein prestur í Hvalba yrkti tey øll fyrst í 1800talinum
12-04-2016
Vísindini hava torførari og torførari við at sannføra fólk um tað, ið vísindini siga. Hoyr Pál, Maritu og Boga kjakast um hetta evnið
05-04-2016
David Arge Klevang Pedersen mennir saman við NASA eina nýggja stýrisskipan til rúmdarfør. Hoyr David greiða frá um Juno, Mars2020 og annað áhugavert
22-03-2016
Í sendingini hoyra vit um tað at køla mannakroppin niður og harvið steðga øllum lívi, og at fiti hjá pápum kann førast víðari til tað ófødda barnið
17-03-2016
Hvat er tað fyrsta orðið føroysk børn duga at siga? Tað er ikki mamma, hvat er tað so? Málmenning hjá føroyskum børnum er evnið í sendingini Vitan
03-11-2015
Fornfrøðingur er farin at leita eftir fornum víkingagravum í norðoyggjum. Tað er evnið í sendingini Vitan hesuferð
27-10-2015
Niels Juel Arge tosar við fornfrøðingin Sverra Dahl, um víkingagravirnar í Tjørnuvík
27-10-2015
Hetta eru evinin í hesu sendingini í røðini Vitan
20-10-2015
Iris Thomsen hevur verið og talt hval við Falklandsoyggjarnar, og í summar var stór hvalateljing í norðuratlantshavinum
13-10-2015