Jóla- og nýggjársfjarrit frá skipum til KvF

Jóla- og nýggjársfjarrit frá skipum til KvF

Eins og siður hevur verið seinastu mongu árini, fer útvarpið aftur í ár at lesa jóla- og nýggjársfjarrit frá sjófólkum, ið eru stødd umborð skipum fjart frá Føroyum um jólini og nýggjárið.

Jóla- og nýggjársfjarritini verða lisin eftir tíðindasendingarnar í útvarpinum um høgtíðinar báðar. Neyðugt er at senda sambært vegleiðingini niðanfyri, um trygd skal fáast fyri, at fjarritið verður lisið.

Soleiðis gert tú

Neyðugt er, at tú tilskilar, hvørt talan er um jóla- ella nýggjársfjarrit, soleiðis at Kringvarpið veit, nær fjarritið skal lesast í útvarpinum. Brúka hesar slóðirnar:

Send jólafjarrit her

Send nýggjársfjarrit her