Fjølmiðlasiður

Fjølmiðlasiður

Eftir lógini um fjølmiðlaábyrgd, sum varð sett í gildið í 2006, setir landsstýrismaðurin eina fjølmiðlanevnd við fýra limum. Landsstýrismaðurin tilnevnir ein lim, sum skal vera løgfrøðingur. Føroya Blaðmannafelag – nú Føroysk Miðlafólk – velur ein lim. Miðlaleiðslurnar – redaksjónirnar – velja ein lim. Og eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum verður ein limur valdur sum umboð fyri almenningin. Eisini verða fýra tiltakslimir tilnevndir.

Tann fyrsta fjølmiðlanevndin – Barbara Vang, tilnevnd fyri landsstýrið, Halgir Winther-Poulsen, umboðandi almenningin, Jóhann Mortensen, umboð fyri redaksjónirnar, og Ingolf I. Olsen, valdur fyri journalistarnar – orðaði “Leiðreglurnar um goðan fjølmiðlasið”, sum vórðu staðfestar í 2008.

Eftir grein 34 í fjølmiðlaábyrgdarlógini skulu “Fjølmiðlar halda góðan fjølmiðlasið”. Um fólk halda, at tey hava verið fyri órætti vegna brot á góðan fjølmiðlasið, kunnu tey kæra til sjálvan fjølmiðilin ella Fjølmiðlanevndina innan fýra vikur eftir, at upplýsingar ella tíðindini hava verið almannagjørd. Avgerð, sum ein fjølmiðil tekur um góðan fjølmiðlasið, kann kærast til Fjølmiðlanevndina innan fýra vikur eftir, at kærarin hevur fingið avgerðina. 

Um fólk halda seg líða undir órætti vegna brot á góðan fjølmiðlasið í eini útvarpsstøð ella í Kringvarpi Føroya, skulu tey kæra til hesar miðlar. Avgerðin hjá útvarpsstøð ella Kringvarpinum kunnu kærast til Fjølmiðlanevndina innan fýra vikur eftir, at kærarin hevur fingið avgerðina.
 

Leiðreglur um góðan fjølmiðlasið