Kringvarpsgjald

Kringvarpsgjald

TAKS krevur inn kringvarpsgjald fyri Kringvarp Føroya.

Í stuttum eru gjøldini soleiðis:

Tey, sum eru millum 24 og 66 ár, rinda 150 kr. um mánaðin
Lógin ásetir, at allir persónar, sum eru millum 24 og 66 ár, skulu rinda 150 kr. um mánaðin í kringvarpsgjaldi. Tey, sum eru 67 ár og eldri, rinda 50 kr. um mánaðin, og tey, sum eru 23 ár og yngri, rinda einki. Tað eru bert fólk við fullari skattskyldu í Føroyum, ið rinda kringvarpsgjald. Lesandi, ið búgva uttanlands, men sum hava varðveitt fulla skattskyldu í Føroyum, rinda tó einki.

Vanligir løntakarar rinda gjøgnum skattin
Hjá teimum, sum hava A-inntøku, verður kringvarpsgjaldið kravt inn á sama hátt sum skattur, heilsutrygd og onnur gjøld. Hjá teimum, sum lesa í Føroyum og fáa lestrarstuðul, verður gjaldið trekt av lestrarstuðlinum. Tey, sum ikki hava A-inntøku, fáa rokning sendandi hvønn mánað.

Virkir og stovnar rinda árligt gjald
Meðan borgarar rinda kringvarpsgjaldið mánaðarliga, rinda feløg, virkir og kommunalir og almennir stovnar eitt árligt gjald, sum er ásett eftir lønarútreiðslum teirra.

Meir fæst at vita um kringvarpsgjald á TAKS-heimasíðuni her.

Les meira um lógargrundarlagið við at fylgja slóðini her: Løgtingslóg um kringvarp - § 7 lýsir kringvarpsgjaldið.

Hevur tú spurningar um kringvarpsgjaldið, kanst tú venda tær til stovnin á telefonnummar +298 34 75 00