Bæði Skálafjarðartunnil og Sandoyartunnil

bannari
Bæði Skálafjarðartunnil og Sandoyartunnil
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi skjóta upp at stovna alment partafelag, sum skal byggja og reka Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin
Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi skjóta upp at stovna almenna felagið Føroyatunlar
 
04.07.2013 - 08:45
145 milliónir um árið fyri ein tunnil, ella 109 milliónir fyri tveir tunlar.
 
Tað skal løgtingið taka støðu til, tá tað kemur saman aftur á ólavsøku.
 
Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum og Bjørt Samuelsen í Tjóðveldi hava gjørt lógaruppskot um at stovna alment partafelag at byggja og reka undirsjóvartunlar millum Eysturoynna og Streymoynna og millum Sandoynna og Streymoynna.
 
Uppskotið um P/f Føroyatunlar verður nú sent til hoyringar, áðrenn tað verður lagt fyri løgtingið á ólavsøku. Felagið skal, tá tað verður stovnað í ár, hava tíggju milliónir krónur í partapeningi. Og sambært lógaruppskotinum skal landið seta 250 mió. kr. afturat í felagið yvir átta ár.
 
Skálafjarðartunnilin fyrst
 
Skálafjarðartunnilin skal gerast fyrst og síðani Sandoyartunnilin. Tá Sandoyartunnilin er liðugur, skal landið lata honum 12 mió kr. um árið til rakstur. 
Sambært uppskotinum skal rundkoyring vera í Skálafjarðartunlinum, so til ber at sleppa í hann og úr honum bæði í Runavík og á Strondum. 
 
Bjørt Samuelsen og Aksel V. Johannesen brúka almenn tøl hjá Landsverki, tá tey siga, at almenna loysnin er ein nógv betri íløga fyri samfelagið. Privata felagið skal hava 9,8 prosent í avkasti, rentan hjá almenna felagnum verður trý prosent. Landið kann læna pengar fyri trý prosent í rentu, siga tey bæði tingfólkini.    
 
69 kr. ella 46 kr.
 
Vilja vit gjalda 69 krónur í bummgjaldi í 30 ár fyri at koyra gjøgnum Skálafjarðartunnilin og ongan Sandoyartunnil bora? Ella vilja vit gjalda 46 krónur og bora báðar, spyrja Aksel V. Johannesen og Bjørt Samuelsen.
 
Á ólavsøku fær løgtingið eisini uppskotið hjá Kára P. Højgaard, landsstýrismanni, sum er liðugur at samráðast við danska íløgufelagið Copenhagen Infrastructure Partners um Skálafjarðartunnilin.   
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. mai
Morgunlestur mánadagur 13. mai 2024
174853
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860