So ovfarin at hann gloymdi at trýsta á nullið

So ovfarin at hann gloymdi at trýsta á nullið
Í dag kundu hjúnini Anni og Oddmar Nattestad seta seg í ein nýggjan bil, sum tey vunnu í Gekkinum
Anni og Oddmar Nattestad vóru so heppin at vinna bilin í Gekkinum síðsta fríggjadag
Mynd: KvF

31.01.2014 - 23:25

Anni og Oddmar Nattestad vóru so heppin at vinna bilin í Gekkinum síðsta fríggjadag og í dag, fríggjadagin, handaði Kringvarpið teimum bilin.

Oddmar hevði keypt tríggjar gekkar, men tá Gekkaspælið kom, gav hann konuni gekkarnar, og setti seg sjálvan við telduna.  Hann fylgdi ikki við, men einaferð kemur róp í, tí nú vóru tey um at fáa fulla plátu.

Ringdi fyrst skeivt

-Eg eftir telefonini, men ringdi fyrst skeivt. So var upptikið, men triðju ferð, eg ringdi, svaraði. Eg visti ikki, at tað var komið til hjulið, men so var.

Eg trýsti á 1-talið, men eg var so ovfarin, at eg gloymdi heilt at trýsta á nullið. Ikki fyrr enn verturin gjørdi vart við tað, trýstið eg, og hjulið kom beint á bilin, og so var bara at taka av, sigur ein fegin Oddmar.

Dótturin fær gamla bilin

Tey eiga ein seks ára gamlan bil, men høvdu avtalað, at dótturin skuldi  yvirtaka hann. Tað gekk ikki meira enn hálvur tími, so ringdi hon, og helt fyri, at nú fekk hon bilin bíliga.

Anni og Oddmar hava bara koyrt frá bilasøluni og til hús. Hann ásannar, at hetta er ikki tað sama. Alt er so elektroniskt, at  at tað er ikki sum at siga tað.

Men Oddmar sleppur ikki at royna tað nógva, tí hann siglir við Smyrli og í annaðkvøld setir Smyril kós ímóti Danmark, har meiri skal gerast við flaggskipið hjá Strandfaraskipum Landsins.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846