Eftirlýsing: Hevur tú sæð Klæmint Eli Poulsen?

Eftirlýsing: Hevur tú sæð Klæmint Eli Poulsen?
Løgreglan í Havn eftirlýsir 48 ára gamla Klæmint Eli Poulsen úr Havn, ið seinast varð sæddur týskvøldið
Løgreglan eftirlýsir 48 ára gamla Klæmint Eli Poulsen úr Havn. Bilurin - ið eisini sæst á myndini frá 2011 - hevur nummarplátuna HP 037
Mynd: Privat mynd/Aslaug Jensen

09.04.2014 - 18:02

Klæmint Eli Poulsen er seinast sæddur um nátturðatíð í gjárkvøldið og tá koyrdi hann á Kaldbaksvegnum við Sundsverkið norðureftir. Og síðani hevur eingin havt nakað samband við hann.

Bilurin hjá Klæmint Eli Poulsen - ið eisini sæst á myndini omanfyri frá 2011 - er av slagnum Toyota Landcruiser, hann er gráur og hevur nummarplátu HP 037.

SÍ EISINI Einki frætt um Klæmint Eli Poulsen

Klæmint Eli Poulsen er 180 cm høgur, hevur stutt-klipt grásprongt hár. Hann er ílatin svartan jakka og svartar buksur.

Tey, sum hava sæð nakað til Klæmint Eli, verða biðin um at ringja til politistøðina í Havn, telefon 35 14 48.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860