Siumut aftur størsti flokkur í Grønlandi

Siumut aftur størsti flokkur í Grønlandi
Nýggjasta veljarakanningin gevur Siumut 12 tingsessir og IA 11 sessir
Kim Kielsen er nýggjur formaður í Siumut, og er virkandi landsstýrisformaður í Grønlandi
 
26.11.2014 - 11:06

Siumut varðveitir støðu sína sum størsti flokkur í grønlendska landstinginum eftir valið fríggjadagin.

Tað vísir ein nýggj veljarakanning, sum dagblaðið AG hevur latið gera. 

Sambært kanningini fær Siumut 36,7 prosent av atkvøðunum, og IA, sum hevur ligið á odda í øðrum veljarakanningum, fær 34,5 prosent. 

Siumut fær sambært kanningini 12 tingsessir, tveir færri enn á seinasta vali. IA varðveitir sínar 11 tingsessir.

Smáu flokkarnir 

Kanningin í AG broytir ikki møguleikarnar hjá smærru flokkunum at fáa ávirkan, hvør kann skipa landsstýri eftir valið.

Demokratarnir fáa 11,2 prosent av atkvøðunum, og teir fara út tveimum upp í tríggjar tingsessir. Nýggi flokkurin hjá Hans Enoksen, fyrrverandi landsstýrisformanni, Partii Naleraq, fær 10,2 prosent og tríggjar sessir. Attasut fær seks prosent, og hóast afturgongdin er 2,2 prosentstig, varðveitir flokkurin báðar sínar tingsessir.

Parti Inuit røkkur ikki upp um tinggáttina hesaferð. Flokkurin fær sambært kanningini 1,4 prosent av atkvøðunum. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. mai
Bolero 12 mei 2024
174952
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta í í Sjóvar kirkju.
174940
Leygardag 11. mai
Sending við countrytónleiki
174926
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. mai
FM í estetiskum fimleiki 2024
174949
Sunnudag 12. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
174946
Fríggjadag 10. mai
Veðrið
174902
Hósdag 9. mai
Komið øll við (1:2)
174846
Hósdag 9. mai
Andakt við Theodor Eli Dam Olsen
174860