Fiskivinnunýskipan til hoyringar um 14 dagar

bannari
Fiskivinnunýskipan til hoyringar um 14 dagar
Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum
 
20.02.2015 - 12:45

So er bríkslað til seinasta umfar í drúgvu tilgongdini til eina nýskipan av føroysku fiskivinnuni.

Í Fiskimálaráðnum sita embætisfólk nú og orða og skriva eitt lógaruppskot, sum skal vera karmurin um vinnuligan fiskiskap í mong ár.

- Eg havi ætlan um, at lógaruppskotið skal verða liðugt og sent til hoyringar um einar 14 dagar, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.

Breið semja møgulig, hóast tíðarneyð
Spurdur, um hendan tíðarætlanin ikki ger tað ómøguligt at tosa um veruligar tingingar við andstøðuflokkarnar og harvið ger tað ógjørligt at fáa eina breiða politiska semju, svarar Vestergaard, at tilgongdin hevur verið áralong. Samtyktin um at øll veiðiloyvi falla aftur til landið 1. januar 2018, varð jú tikin heilt afturi í 2007.

Andstøðan nóg væl ílatin

Gamaní hevur orðaskiftið um, hvat henda skal 1. januar 2018 skolað aftur og fram við jøvnum millumbili hesi seinastu mongu árini, men beinleiðis politiskar tingingar um eina ítøkiliga nýskipan hava ikki verið millum samgonguna og andstøðuna.

Higartil hava andstøðuflokkarnir bara verið í audiensi hvør sær, har flokkarnir skuldu svara 17 spurningum - og uttan at fáa eitt samráðingarupplegg frá samgonguni at viðgera og at royna at seta síni fingramerki á.

Men Jacob Vestergaard, landsstýrismaður heldur, at andstøðuflokkarnir eiga at vera nóg væl ílætnir til at kunna gera skjótt av, um teir kunnu ella ikki kunnu vera við til at gera nýskipanina.

Spurdur, um nakar sleppur at flyta nakað av týdningi, tá Fiskimálaráðið longu er farið at gera eitt lógaruppskot, drálar landsstýrismaðurin eitt sindur, men sigur so, at hetta hevur hann tikið hædd fyri. Altso, at kunna lora eitt sindur á onkrum økjum, hóast tað hevur verið meira enn torført at finna semju innan samgonguna um teir prinsippiellu spurningarnar í nýskipanini.

Andstøðan fær fundarboð í næstu viku

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður ætlar at senda andstøðuni felags fundarinnbjóðing í komandi viku, júst hvønn dag er ikki avgjørt enn, og tá verður okkurt skrivligt lagt fyri andstøðuflokkarnar, lovar hann. Kortini verður tað ikki tað lidna lógaruppskotið, sum er stórt í vavi - men teir stóru spurningarnir, sum fylla nógv, verða lagdir fyri andstøðuna til støðutakan, sigur hann.

Almenn hoyring um 14 dagar

Sum sagt, so er tíðarætlanin tann, at embætisverkið í Fiskimálaráðnum helst skal verða liðugt at gera lógaruppskotið - við ella uttan fingramerki hjá andstøðuni - um 14 dagar, tá tað skal sendast "øllum", sum Vestergaard orðar seg, til hoyringar. Hetta merkir, at vanligu hoyringarpartarnir - teir eru t.d. Fiskivinnuráðið og Havstovan - sjálvandi fáa uppskotið til viðmerkingar, men eisini fjølmiðlarnir fáa lógaruppskotið um góðar tvær vikur, sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098