Uppreistur á aðalfundi í TF Holding

Uppreistur á aðalfundi í TF Holding
Aðalfundurin gekk ímóti tilráðingarbólkinum, sum kemur við skikkaðum uppskotum til nevndarlimir.
Mynd: Savnsmynd  
 
25.04.2015 - 11:34

Stríðsval var á aðalfundinum í TF-samtakinum  í gjárkvøldið. Tríggir nevndarlimir í TF Holding stóðu fyri vali, teirra millum nevndarformaðurin Gunnar í Liða.  Hini, ið stóðu fyri vali, vóru Árni Jacobsen og Ingeborg Godtfred.
 
Sermerkt fyri nevndarvalið var, at aðalfundurin valdi at ganga ímóti serliga tilráðingarbólkinum, sum annars hevur sum høvuðsuppgávu at koma við væl skikkaðum uppskotum til nevndarlimir.
 
Tilráðingarbólkurin mælti aðalfundinum til at velja millum Gunnar í Liða, Árna Jacobsen, Leif Abrahamsen og Elisabeth Eldevig.
 
Men á aðalfundinum vóru fýra onnur valevni í uppskoti til teir tríggjar nevndarsessirnar. Ingeborg Godtfred, Arni D. Brattaberg, Birgir Nielsen og Magni Arge.

 

Svarar ikki uppá, um hann verður nevndarformaður
 
Teir 35 umboðsráðlimirnir valdu at ganga ímóti tilráðingarbólkinum. Ingeborg Godtfred fekk 20 atkvøður og var fyrstvald, meðan Arni D. Brattaberg og Gunnar í Liða fingu 16 atkvøður í part.
 
Hesi trý manna nú nevndina í TF Holding saman við Jákupi Egholm Hansen, Anniku Waag, Jan Múller, Annu Larsen, Sonna Mikkelsen og Elini Heðinsdóttir Joensen.
 
Gunnar í Liða var nevndarformaður áðrenn aðalfundin í gjárkvøldi. Eftir aðalfundin segði hann seg ikki kunna svara uppá, um hann heldur fram sum nevndarformaður. Tað verður avgreitt á næsta nevndarfundi, segði hann.
 
Aðalfundurin í TF Holding í gjárkvøldið góðkendi roknskapin fyri samtakið, sum hevði 174 milliónir krónur í yvirskoti áðrenn skatt og 140 milliónir eftir skatt.
 
Størsti parturin av yvirskotinum, 100 milliónir krónur, stavar frá Eik Banka. Finansiel Stabilitet eigur 30 prosent av Eik Banka og skal tí hava 30 prosent av yvirskotinum.
 
TF Holding metir, at samlaða yvirskotið í samtakinum verður millum 70 og 110 milliónir krónur í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098